Palli Ziskason heldur, at sum heild hevur árið hilnast væl hjá reiðarínum.
Veiðan hjá báðum nótabátunum er seld fyri slakar 100 milliónir krónur.
Christian í Grótinum fekk góð 60.000 tons í ár, meðan Norðborg fekk 30-40.000 tons. Tað er tó torført at meta um veiðuna hjá Norðborg, tí fiskurin verður skorðin til flak umborð.
? Eftir umstøðunum eru vit nøgdir við hetta árið. Prísurin hevur ikki verið beinleiðis góður, men á góðari leið. Prísirnir eru uppgangandi, so tað sær ljóst út, sigur Palli Ziskason.
Christian í Grótinum hevur fingið góð 60.000 tons í ár. Harav eru 45.000 tons svartkjaftur, meðan restin er lodna, sild og makrelur.
Meginparturin av veiðuni hjá Norðborg er sild, meðan 10.000 tons eru fingin av svartkjafti, 4.000 tons av lodnu og nøkur fá tons av makreli.
Oljuprísurin lítið hægri enn væntað
Nógvir reiðarar gremja seg óført um oljuprísirnar, sum eru methøgir, men Palli Ziskason sigur, at teir hava ikki verið nógv hægri enn væntað.
? Oljuprísurin hevur næstan verið sum vit væntaðu. Hann hevur verið lítið hægri enn vit projekteraðu við, sigur Palli.
Reiðaríið bunkraði olju í Føroyum fyri 2,8 krónur fyri liturin í oktober, men hesuferð bunkraðu tey fyri 1,9 krónur.
? Vit hava projekterað við einum oljuprísi uppá 2,1 krónur í miðal, sigur Palli.
Tilsamans hevur reiðaríið goldið 3 milliónir krónur meira enn væntað fyri olju í ár. 20 milliónir krónur verða brúktar til olju í ár. Tað er fyri eini 9 milliónir litrar av olju.
? Vit merkja tað tó, at oljuprísurin er farin upp, tað gera øll, men tað er ikki so langt við síðuna av tí, vit høvdu væntað, sigur Palli at enda.
Royna eftir makreli
Annan jóladag løgdu Christian í Grótinum og Norðborg leiðina í ES-sjógv, har tey enn hava eini túsund tons eftir at fiska av kvotuni í ár, og roynt verður at fáa so nógv sum gjørligt áðrenn 1. januar. Báðir bátarnir royna eftir makreli vestanfyri Hetland og suður ímóti Skotlandi.
Norðborg verður kanska ikki at síggja aftur fyrr enn út ímóti sumri, tí skipið landar í Noregi, ella har prísurin er bestur, og manningin skiftir eisini har, ið landað verður. Um fiskiskapurin hinvegin verður ringur, so leggur tað kanska leiðina heimaftur í næsta mánaði. Christian í Grótinum skiftir manning í Føroyum og verður væntandi aftur í Føroyum seint í januar.