Tað verður grannauppgerð við Løkin í Runavík í dag. Lítla løtu undan evstamarki fyri spælaraflytingum varð avtala undirskrivað, sum ber við sær, at Kristian Joensen nú er málverji á Svangaskarði.
Í fjør var Kristian sjálvskrivaður málverji í Runavík, og hann hevur verið á bæði U21 og A-landsliðunum. Men tá ið hann í vetur fór at landinum at royna eydnuna, so skrivaði NSÍ sáttmála við Andras Gango, sum nú verjir NSÍ málið.
Fyrsti dysturin hjá B68, eftir at Kristian Joensen er komin í felagið, verður ímóti júst NSÍ. Men tað verður ikki Kristian Joensen, sum fer at verja B68 málið seinnapartin. Fyri at undirskriva leigusáttmála um flyting av málverjanum, var tað eitt ultimativt krav hjá NSÍ, at Kristian Joensen ikki skal verja málið, tá ið NSÍ spælir ímóti B68, sum inntil tað síðsta royndi at fáa innanmenninir at sleppa hesum kravinum.
Harvið verður tað annar av teimum, sum í fjør vardu B68 málið í 1. deild, sum verður málverji. Sannlíkt er, at tað verður Ragnar Lindholm.
Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen eru venjarar á Toftum, og teir vita, hvat tað snýr seg um:
-Málsetningurin er at varðveita sætið í bestu deildini. Nógv av hinum liðunum hava verið har so mikið leingi, at tey vita, hvat skal til. Hjá okkum eru nógvir nýggir, og tað er stór avbjóðing hjá okkum øllum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Tá ið B68 flutti niður í 2012, spældi liðið eina ferð í Runavík. Tá var úrslitið 2-0 til B68.
Trygvi Mortensen er venjari aftur í barndómsfelagnum NSÍ, har hann fleiri ferðir áður hevur havt ábyrgdina:
-Vit kunnu ikki renna undan, at vit verða roknaðir sum favorittar á heimavølli ímóti B68, men talan er um grannauppgerð, og tá kann alt koma fyri. Vit halda fram við at samanseta lið, sum er mannað við monnum, ið eru uppvaksnir í felagnum. Samansetingin er góð. Nakrir hava nógvar royndir, og aðrir eru ungir, raskir og gávuríkir, staðfestir Trygvi Mortensen.
Hjá B68 er tað smeitur at málsókni Óli Højgaard Olsen er skaddur í fótinum og ikki verður við næstu vikurnar.
Hjá NSÍ er miðverjin Jens Joensen leikbannaður, og miðvallarin Jústinus R. Hansen er skaddur.