Kristianna hevur verið ein partur av uppalingini av teirra børnum tey 33 árini, hon arbeiddi á Drotning Ingridar Barnagarði, har Kristianna hevur verið um fleiri ættarlið av børnum.
Tey vóru eisini nógv, sum høvdu leitað sær til jarðarferðina í Ebenezer, har hon varð vird fyri sítt arbeiði millum børnini.
Tað man ikki vera ofta, at ein fólkakirkjuprestur hevur talað í Ebenezer, men tað gjørdi Sverri Steinhólm hendan dagin sum formaður fyri nevndina í barnagarðinum. Hann bar eisini eina serliga heilsan frá starvsfólkunum. Bæði nevnd og starvsfólk vildu á hendan hátt heiðra Kristionnu.
Kristianna var fødd í Sumba 26. juli 1951. Foreldrini vóru Valgerð og Viggo Kjærbo. Heima vóru tey tilsamans sjey systkin.
Kristianna varð roknað fyri at vera mennningartarnað og fór ung til Danmarkar. Men hon kom heim aftur, og nakað seinni kom hon at arbeiða í køkinum í barnagarðinum. Men her vísti tað seg skjótt, at hon hevði evnir og førleikar, sum nógv onnur ikki hava. Maria Djurhuus, sum var leiðari á barnagarðinum í mong ár, sigur, at Kristianna var nakað heilt serligt. Hon var full av “snúsfornuft,” og hon hevði skilagóðar meiningar um nógv viðurskifti. Hon var eisini so sera trúføst. Hon minntist øll børnini, sum høvdu gingið í barnagarðinum, og hon mintist eisini børnini hjá starvsfólkunum. Føðingardagar mintist hon sum fáur. Tann førleika, sum hon hevði, kom hon tískil at brúka til fulnar. Hetta er langt frá galdandi fyri okkum onnur.
Kristianna var eisini eitt gott fólk, og tí vóru øll so góð við hana og føldu seg at kenna hana, eisini eftir, at børnini vóru farin úr barnagarðinum. Tá ið vit hittu hana spurdi hon eftir børnunum við navns nevnilsi.
Kristianna tók lut í øllum, sum gekk fyri seg í barnagarðinum, og hon gleddi seg sum eitt barn til jólahaldini, tá hon rættuliga kundi diggast um børn og foreldur.
Í álmanakkanum hjá Javna fyri 2007 var eisini ein lýsing av Kristionnu. Hon búði saman við beiggjanum Vagnur í egnum húsum í Havn.
Hon byrjar við at siga um sítt lív, at “hóast tað ikki altíð hevur verið lætt, hevur tað verið stuttligt.” Hetta lýsir eisini hennara lyndi.
Annars greiðir Kristianna frá: “Jú, vit klára okkum einsamøll bæði við at vaska og at gera mat. Ikki tí, mann doyr ikki, um mann ikki fær døgurða ein dag. Men mannfólk vilja hava døgurða hvønn dag. Tað eru teir vandir til heimanifrá.” Jú, mon ikki!
Ein tann størsta gleðin hjá Kristionnu var árligu ferðirnar hjá frítiðarheiminum. Hon hevur verið so víða um, at hon hevur vitjað støð sum Tenerifa, Rom, Malta og Danmark.
Men hon var ikki tann, sum var ør eftir at liggja á eini strond ella at ganga í handlar. Hon vildi uppliva nakað og síggja seg um. Hon tók til Rom og Pæturskirkjuna sum eitt tað størsta, hon hevði upplivað.
Hon gleddi seg eisini so ótrúliga nógv til árligu legurnar fyri tey sum hava brek. Hetta náddi hon júst ikki í ár.
Heilsan fór at bila hjá Kristionnu. Hon orkaði minni og minni, og seinasta árið arbeiddi hon á verkstaðnum Vón. Men tað vísti seg, at hon var álvarliga sjúk, og tá gekk tað skjótt niður á bakka.
Kristianna og Maria vóru so serliga góðar, og tær høvdu framvegis gott samband, eisini eftir at Maria gavst í barnagarðinum fyri nakað nógvum árum síðani. Maria var eisini og vitjaði Kristionnu dagin fyri, sum hon doyði. Hon var veik og segði, at nú tók hon bert ein dag í senn. Tá fekk hon heldur ikki fleiri.
Sverri Steinhólm segði, at Kristianna hevði verið um øll hansara fýra børn í barnagarðinum, so hann talaði eisini av royndum. Vit hava eisini havt fýra børn, sum høvdu eina sera góða tíð í Drotning Ingridar barnagarði saman við Kristionnu og øllum hinum starvsfólkunum, sum vit bert kunnu bera alt gott. Tað besta er, at tað sama siga børnini framvegis, nú tey øll eru vaksin.
Ættarfólk høvdu eisini orðið á jarðarferðini, og teir góvu henni eisini sama ummæli.
Vit eru mong, sum koma at minnast Kristionnu við takksemi.
ó.