- Eg eri rættiliga ónøgd við førda politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Tað staðfestir Kristianna Winther Poulsen, sum var ein av atkvøðuslúkunum hjá Sjálvstýrisflokkinum á seinasta løgtingsvali við 200 persónligum atkvøðum.
Sostatt fekk hon triðflestar atkvøður hjá flokkinum. Og nú Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, sum fekk 245 atkvøður, hevur tikið seg úr landspolitikki fyribils, er Kristianna Winther Poulsen, varalimur hjá flokkinum á tingi og nettupp í hesum døgum hevur hon sætið á Løgtingi.
Men á Landsfundinum hjá flokkinum, duldi hon ikki fyri, at hon er rættiliga ónøgd við førda politikkin hjá flokkinum Og hon sigur, at tað er hon ikki einsamøll um. - Øll valevnini hjá flokkinum á seinasta vali hava boðað mær frá, at tey venda flokkinum baki og vilja ikki stilla upp aftur. - Eg havi eisini møtt nógvum veljarum sum siga, at tey angra, at tey atkvøddu fyri mær seinast og gera greitt, at tað gera tey ikki aftur.
Niðurlagið er, at í nógvum førum minnir Sjálvstýrisflokkurin mest um eitt kopi av Miðflokkinum og tað vil veljarin ikki stuðla, sigur Kristianna Winther Poulsen. Og hon leggur afurat, at tað er ein niðurstøða, hon er samd í. Tað gekk sum ein reyður tráður ígjøgnum allan landsfundin, at tey eru greið yvir, at flokkurin berjist fyri tí politiska lívinum.
Og mótbrekkan hjá flokkinum verður enn brattari, nú Jógvan Skorheim boðaði frá, at hann fer ikki at stilla upp á næsta løgtingsvali, tí hann fer at brúka alla orkuna upp á býráðsarbeiðið. Sostatt hanga 245 atkvøður í leysum lofti og tað er nógv, har lítið og einki er at taka av frammaundan.
Men nú Kristianna Winther Poulsen letur so illa at støðuni í Suðurstreymoy, hava vit spurt hana, hvørja støðu, hon sjálv hevur og um hon fer at stilla upp aftur. Men hon hevur onga viðmerking til uppstilling. - Eg havi onga viðmerking til, um eg fari at stilla upp aftur, ella ikki, sigur hon. Men hon staðfestir, at hon heldur, at politiskt arbeiði er ómetaliga spennandi.
Somuleiðis váttar hon eisini at aðrir flokkar hava verið eftir henni at fáa hana at stilla upp fyri teir. Men tað heldur hon, at tað er ikki óvanligt, at flokkar fiska innanfyri hjá hvørjum øðrum eftir valevnum. Hvørjar flokkar, talan er um, vil hon ikki siga. Og hon endurtekur, at hon hevur onga viðmerking til sína politisku framtíð.
|