Niclas Johannesen
Tað vera andaligir sálmar og sangir á skránni, tá Kristiliga Sangkórið leygardagin klokkan 16.00 hevur konsert í Kommunuskúlanum.
Løg eftir Knút Olsen, Hera Eysturlíð, H. J. Højgaard og øðrðum verða at hoyra. Fosturlandssangir og norðurlendskir sangir.
Onkur nýggjur sangur eftir Palla Hansen verður eisini framførdur á fyrsta sinni, og lag hjá the Grand Old Man í Kristiliga Sangkórinum Jóhan Restorff Jacobsen verður eisini sungið.
Tað var Dan Borgen Hansen, sum í 1953 stovnaði Kristiliga Sangkórið, og í fleiri ár var hetta einasta kórið í Havnini. Síðani komu onnur kór, eitt nú Havnarkórið, og seinastu árini hevur ikki verið nógv at hoyra til Kristiliga Sangkórið.
Men nú er lív aftur komið í. Hanus Joensen stjórnar og 40 fólk syngja við, og í summar var kórið á ferð í Noregi, har sungið var eitt nú í Nidaros Dommen í Tróndheimi.