Í kvøld kl. 21 verða morgunlesturin og aðrar kristiligar sendingar í almenna Kringvarpinum viðgjørdar á Rás2 Morgunlesturin og aðrar kristiligar sendingar í almenna Kringvarpinum verða viðgjørdar í sendingini ?Úr skjáttuni?, sum kemur á Rás 2 kl. 21 í kvøld. Gestir eru Uni Næs, formaður í Kristiligum Lurtara og Hyggjarafelag, Annika Mittún Jacobsen, kringvarpstjóri og Magni Laksáfoss, formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins
Í sendingini greiðir Uni Næs, formaður í Kristiligum Lurtara og Hyggjarafelag, frá gongdini, tá ið kristiligar sendingar byrjaðu í Útvarpi Føroya, og seinni eisini komu í Sjónvarp Føroya.
Kristiligt Lurtara og Hyggjarafelag var eitt tað fyrsta felagið, ið mótmælti, at endursendingin av morgunlestrinum varð strikað. At hon seinni kom í sjónvarpið fegnast hann um, men hann heldur ikki, at tað er ein nóg góð loysn.
Annika Mittún Jacobsen viðgongur, at tey í Kringvarpsleiðsluni vóru tikin á bóli av øllum mótmælunum, tá ið tey strikaðu endursendingina av Morgunlestrinum. Men fer Annika at broyta støðu og seta endursendingina av Morgunlesturin aftur á skránna í útvarpinum?
Magni Laksáfoss, ið er formaður í Mentanarnevnd Løgtingsins, var ein av teimum fáu løgtingsmonnunum, ið ikki skrivaði undir mótmæli á Kringvarpsleiðsluna at fáa endursendingina aftur. Hvørja støðu hevur løgtingsmaðurin viðvíkjandi at lata øðrum rásum lurtara- og hyggjaragjald, og so samstundis geva hesum rásum nakrar Public service skyldur?
Frants Jensen er vertur í sendingini.