Kristin Michelsen skuldi ikki verið í politikki

Limir í samgonguni eru ógvuliga misnøgdur við, at hann er við til at leggja uppskot fyri Løgtingið – saman við andstøðuni

 

– Tann, sum ber seg soleiðis at, átti slett ikki at verið í politikki.

 


Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, er bersøgin ímóti javnaðarmanninum, Kristini Michelsen

 

Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at hækka játtanina til Bláa Kross, og Frælsi á Eiði, tilsamans 2,1 milliónir krónur. Tað eru limir í andstøðuni, sum hava lagt uppskotið fram, men tað merkisverda er, at Kristin Michelsen í samgonguni er eisini við til at leggja uppskotið fram. Og tað elvir til stóra misnøgd í samgonguni.

 

Tann, sum var mest bersøgin, var Pauli Trónd Petersen. Tað er harmiligt, at limir í samgonguni bera seg soleiðis at og tann, sum ger tað, skuldi slett ikki verið uppi í politikki, segði Pauli Trónd Petersen, tá ið Løgtingið umrøddi málið í gjár.

 

Eisini Hilbert Elisson, partamaður hjá Kristini Michelsen í Javnaðarflokkinum, heldur, at tað er óheppið, at Kristin Michelsen úr samgonguni er við til at leggja uppskotið fram uttan um samgonguna, tí tað eru landstýrisfólkini, sum eiga at leggja uppskot fram fyri samgonguna.

 

– Við hesum arbeiðsháttinum veit ikki, hvussu hann hugsar sær at vit skulu fáa semju um hetta, tí hetta er ikki rætti arbeiðshátturin, sigur Hilbert Elisson.

 

Eisini Djóni Nolsøe Joensen úr javnaðarflokkinum, undrast á, at Kristin Michelsen arbeiðir upp á hendan mátan, heldur enn at finna eina loysn innanhýsis í samgonguni.

 

Annars halda limirnir í samgonguni, at talan er um eitt gott og tiltrongt tiltak, og men teir vilja finna fíggingina til tað, við at spara onkra aðrastaðni, so at útreiðslurnar ikki hækka enn meiri. Og tað fer samgongan at arbeiða við, siga løgtingslimir í samgonguni.

 

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, heldur, at tað er einki forgjørt í hesum, tí samgongan hevur ikki meirilutan á Løgtingi og verður roynt at finna meiriluta tvørtur um samgongu og andstøðu.

 

Sjálvur var Kristin Michelsen ikki á tingfundi og sostatt var hann heldur ikki við í orðaskiftinum.