Í Svøríki hevur sektin Plymouth-brøðurnir gjørt av at styðja teir borgarligu flokkarnar upp undir ríkisdagsvalið, sum verður um vikuskiftið.
Sambært Aftonbladet hevur eitt felag, sum eitur Nordas Sverige, brúkt fleiri milliónir krónur til blaðlýsingar og flogseðlar, sum eggja fólki til at virka fyri einum politiskum skifti í Svøríki. Í lýsingunum fær tann sosialdemokratiska stjórnin skyldina av veksandi harðskapi í svenska samfelagnum, og at fleiri sviar doyggja av vanrøkt.
Aftonbladet skrivar, at Nordas Sverige hevur tætt tilknýti til ta kristnu sektina, og leiðsloan í sektini vil ikki gera viðmerkingar til, hví hon brúkar nógvar pengar til eitt politiskt valstríð. Leiðslurnar í teimum borgarligu flokkunum avsanna, at flokkarnir hava nakað samband við Plymouth-brøðurnar, sum Aftonbladet lýsir sum eina konservativa og víðgongda samkomu.