Kristjan er nýggjur stjóri

Mínboks hevði aðalfund í gjár, 23. mai. Kristjan Petursson tekur við sum stjóri eftir Ullu Joensen, sum heldur fram í nevndini í Mínboks.

 

Nevndin hevur skipað seg við Joel undir Leitinum, sum formanni og Ullu Joensen, sum næstforkvinnu. Hini í nevndini eru Kristjan Petursson og Tummas Nielsen, sum báðir eru nýggir í nevndini. Kjartan Thomassen er farin úr nevndini.

 

Talið av brúkarum á Mínboks og Mínlykil økist alsamt. Í dag eru 16.000 brúkarar á Mínboks, og er hetta ein vøkstur á 14% samanborið við í fjør. Og tað eru 14.500 brúkarar sum nýta Mínlykil, sum er ein vøkstur á góð 300% samanborið við í fjør. Brúkaratalið á báðum skipanum er vaksandi.

 

Fleiri stovnar og fyritøkur velja eisini at brúka Mínboks til samskifti. Ein av nýggjastu stovnunum á Mínboks er Landssjúkrahúsið, sum nú sendir innkallingar umvegis Mínboks. Brúkarar kunnu eisini samskifta við Landssjúkrahúsið umvegis skipanina.

 

Samstundis hevur Mínlykil tikið veruligt dik á seg. Við Mínlykil kunnu føroyingar rita inn í fleiri føroyskar skipanir so sum Mínboks, Borgaragluggin, Mínrokning, Tryggingarfelag Føroya, Betri Pensión, og fleiri aðrar skipanir eru ávegis.

 

Skipanirnar eru undir støðugari menning til frama fyri talgilding av Føroyum. Skjótt ber til at rita inn við Mínlykil uttan fartelefonsamband. Hetta er ein hjálp hjá eitt nú teimum sum sigla og teimum sum ikki hava fartelefon.

 

Felagið Mínboks varð stovnað í 2013, og tá varð Mínboks-skipanin tendrað. Í 2014 varð Mínboks lagað til fartelefonir og teldlar, og tá sá Mínlykil dagsins ljós, og verulig gongd kom á at fáa eina felags talgilda innritan fyri Føroyar.

 

Tað eru Elektron og Posta, sum í felag eiga Mínboks.