Um vikuskiftið var UM-svimjikapping (unglingameistaraskap) í Vági. HS vann mest heiðursmerki í kappingini, tilsamans 58 gull, 48 silvur og 47 bronsu. Tilsamans umleið 60 svimjarar úr sjey svimjifeløgum luttóku í kappingini.
Besti svimjari í kappingini gjørdist Kristoffur Hentze við 18 gull av 18 møguligum.
Í bólkinum 4x50 frí fyri gentur í bólki 5 (árg. 1981-82) setti liðið við Rannvá Jacobsen, Duritu Hansen, Maiken Petersen og Katrin Sørensen nýtt met. Sama lið setti eisini nýtt bólkamet í 4x100 im. Harumframt setti Katrin Sørensen nýtt bólkamet í 400 im og 400 frí.
FM verður í Havn í døgunum 8.-10. mai, og tvær vikur seinni skulu svimjarar úr HS vera við í kappingini Swim Cup Danmark í Esbjerg, har teir skulu kappast móti 1.000 øðrum svimjarum úr tilsamans fimm europeiskum londum.