Kroatar fingu bronsuna

Manslandsliðið hjá Kroatia í hondbólti vann í dag dystin um triðja pláss í OL-kappingini í London, og harvið fingu teir kroatisku spælararnir bronsu.

 

Finalan var millum Kroatia og Ungarn. Dysturin gjørdist ongantíð spennandi, tí kroatar vóru klárt á odda at kalla alla tíðina, og endin var, at teir vunnu dystin 33-26. Í hálvleikinum var støðan 19-14 til Kroatia.

 

Tann stóra stjørnan á tí kroatiska liðnum, Ivano Balic, hevur sagt, at dysturin í dag var kanska hansara seinasti í stórum kappingum. Í hesum viðfangi kann nevnast, at Balic skeyt einki mál í dystinum í dag.