Kroatar og fransmenn vunnu

Kroatar tryggjaðu sær í kvøld framhald í EM-kappingini í manshondbólti, tá teir vunnu 31-29 á grannunum úr Slovenia. Dysturin bleiv kanska meiri spennandi, at fleiri høvdu væntað, tí hóast kroatar vóru frammanfyri við fýra málum í steðginum, eydnaðist slovenum at javna til 20-20.

 

Men so vísti Ivano Balic, at hann er ella kann vera nakað serligt á einum hondbóltsvølli. Sjálvur skjeyt hann tvey mál á rað og gjørdi annars góðan mun í álopsspælinum, og tá kroatiski málverjin, Mirko Alilovic, samstundis spældi væl, endaði alt við, at kroatarnir vunnu.

 

Í bólki C spældu Frakland og Russland. Fransmenn spældu betri í hesum dystinum enn ímóti Spania, og úrslitið bleiv, at fransmenn vunnu dystin 28-24. Í steðginum var Frakland frammanfyri 16-11.