Kroatarnir vóru av álvara hóttir

U-21 EM: Tvey brotsspørk kostaðu stig í Zagreb, har innskifti Beinir Nolsøe minkaði um munin í sínum fyrsta dysti á U-21 landsliðnum

Írski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í Zagreb. Máltalvan vísir 2-1, og tað er lætt at skilja, um føroysku spælararnir eru vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna eitt stig. Føroyska liðið var væl skipað í verjuspælinum, og ungu føroyingarnir vistu sjálvsálit, tá ið teir – serliga eftir steðgin – bjóðaðu heimamonnunum av í roynd at mynda álopsspæl.

 

Nýggjur møguleiki verður at síggja føroyska liðið týsdagin. Tá verður tað í Klaksvík, tá ið Grikkaland verður gestur.

 

Avrikið í dag eigur at bera vón við sær um, at tað fer at eydnast t vinna úrtøku ímóti Grikkalandi. Í so máta var tað óheppið, at Gullbrandur Øregaard, sum í dag var í miðverjuni, eitt korter undan leikloki sá reyða kortið fyri dygst uttanfyri brotsteigin at brúka neyðbremsuna. Tað er steinur oman á byrðu, tá ið havt verður í huga, at Áki Johannesen, sum annars hevur verið fastur miðverji, er skaddur, og at ein annar av føstu miðverjunum, Samuel Johansen Chukwudi, nú er í A-landsliðshópinum.

 

Kroatia legði seg seks minuttir undan steðginum á odda við brotssparki. Tað varð dømt ímóti Eliasi Rusborg, og føroyingar góvu til kennar, at teir vóru illa nøgdir við tann dómin.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin vóru føroyingar fleiri ferðir í góðum støðum í brotsteiginum hjá heimaliðnum, og tað var um reppið, at Jørgen Nielsen og Ási P. Dam fingu bóltin í málið.

 

Ein minutt áðrenn vanliga leiktíðin var farin, økti Kroatia við brotssparki.

 

Men føroysku spælararnir løgdu ikki kongin, og so var tað, at innskifti miðvallarin Beinir Nolsøe við høvdinum stýrdi bóltin í málið. Tað var eftir innlegg úr høgru, og tað var seks minuttir eftir, at NSÍ miðvallarin fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á U-21 landsliðið.

 

 

 

Kroatia – Føroyar 2-1 (1-0)

 

1-0: Marin Ljubičić br 39.

 

2-0: Franjo Ivanović br 89.´

 

2-1: Beinir Nolsøe 90.+3.

 

EM U-21 undankappingardystur

 

Hósdagin 5. september 2024 kl. 16.00 á Sport Center Rudes í Zagreb í Kroatia

 

Dómarabólkur úr Írlandi: Rob Hennessy, Dermot Broughton, Emmett Dynan og Paul Mclaughlin (4. dómari)

 

 Føroyar: Ari í Haraldstovu Petersen – Ási P. Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson (Leivur F. Guttesen, 87.) – Poul Kallsberg (Beinir Nolsøe, 87.), Hanus Sørensen (Aron Janrskor Ellingsgaard, 87.), Noah Mnenéy, Olaf Bárðarson (Bergur J. Poulsen, 79.) – Jørgen Nielsen (Gutti Dahl-Olsen, 72.)

 

Á beinkinum: Jóannes Eyðfinsson, Mikkjal Hellisá, Leivur Fossdal Guttesen, Beinir Nolsøe, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Jens Erik Bruhn, Ejvind R. Mouritsen

 

Gult kort: Noah Mnenéy, Børge Petersen

 

Reytt kort: Gullbrandur Øregaard 74. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Eyðun Klakstein

 

Hjálparvenjari: Atli Gregersen