EM-finalan verður ein endurtøka av HM-finaluni í 2009. Kroatia vann 24-21 á Póllandi, aftaná at Pólland hevði verið á odda 10-9 í steðginum.
Størsti parturin av teimum 11.000 áskoðarunum í Wiener Stadthalle vóru kroatar, og teir góvu enn einaferð sínum liði ein risastóran stuðul.
Bóltsnillingurin, Ivano Balic og stóra talentið, Domagoj Duvnjak syrgdu fyri, at Kroatia kom fram um. Alilovic í kroatiska málinum tók eisini nógv í seinna hálvleiki, og so gjørdist uppgávan ov møtimikil hjá póllendingum, hóast Szmal í pólska málinum gjørdi sítt fyri at halda Pòllandi inni í dystinum.
Póllendingar skulu nú spæla bronsudyst ímóti Íslandi í morgin klokkan 14.
Kroatia og Frakland spæla EM-finaluni klokkan 16.30 í morgin. Báðir dystirnir síggjast á Televarpinum á TV2.
Málskjúttar hjá Kroatia: Ivan Cupic 6 (5), Ivano Balic 5, Domagoj Duvnjak 5, Vedran Zrnic 2, Drago Vukovic 2, Vedran Mataija 1, Denis Buntic 1, Tonci Valcic 1, Manuel Strlek 1
Málskjúttar hjá Póllandi: Michal Jurecki 7, Bartlomiej Jaszka 3, Karol Bielecki 3, Tomasz Tluczynski 3 (2), Krzystof Lijewski 2, Bartosz Jurecki 1, Mariusz Jurasik 1, Marcin Lijewski 1