Kroatiska hetjan við langa hárinum

Dreymurin at vinna eitt meistaraheitið á heimavølli er í eygsjón hjá Ivano Balic og liðfeløgum hansara

Hondbóltur

 

Ivano Balic fyllir 30 ár tann 1. apríl í ár. Hann er ein sjáldsama dugnaligur hondbóltsspælari. Søguliga er hann ein av teimum bestu nakrantíð. Men tað var ikki hondbóltur, sum upptók hann so nógv, tá hann varð ungur.

Á ungum árum spældi hann bara kurvabólt, men sjálvt um hann ikki varð uppfløskaður við hondbólti frá byrjan av, so sær tað ikki út til at hava merkt kroatiska playmaker´an nevnivert tey seinnu árini. Men tað gingu nøkur ár, áðrenn hann kom á 1. lið. Sum unglingaspælari kom hann ikki eingongd á 2. lið í felagnum, RK Split. Hann spældi á 3. Liði tá, og vóru tað ikki mong, sum trúðu, at hann fór at sláa til, sum hondbóltsspælari.

Men hesi fingu øll annað at síggja. Tá hann skifti til RK Metkovic, vóru venjarar á staðnum, sum veruliga sóu, at her varð talan um eitt talent av teimum sjáldsomu. Balic treivst eisini væl í Metkovic, og her spældi hann fram til 2004, sjálvt um nógv sponsk stórfeløg royndu at yvirtala hann at koma til Spania nógv fyrr. Í 2004 skrivaði Balic undir sáttmála við Portland San Antonio.

Fyrsta árið hevði hann heimlongsil, og tað gekk av skriðuni á vøllinum. Men tá eitt ár var farið kom barndómsvinurin, Davor Dominikovic til felagið, og tá fór Balic at trívast betri, og tað sást aftur á vøllinum. Millum liðfelagarnar hesi árini, hevur eisini verið danska verjukempan, Lars Jørgensen.

 

Besti Playmakari í 2008

Í EM-endaspælinum í 2008, bleiv hann valdur til besta playmaker´a í kappingini. Og Balic er tann einasti spælarin í søguni, sum er valdur til tann virðismiklasta spælaran í fimm endaumførum á rað, bæði til HM í 2003, EM í 2004, OL í 2004, HM í 2005 og í EM í 2006.

Kroatia endaði millum fýra tey ovastu við hvørja kapping. Balic fær nógv rós fyri, at hann altíð dugir at finna eina loysn í álopsstøðum, og spæla liðfelagar sínar fríar. Tað er rættiliga sjáldan, at hann ger eina skeiva sending, og hann hevur eina góða timing. Hann hevur ikki havt so nógva spælitíð, sum vanligt undir hesum endaumfarinum.

Men hvørja ferð hann kemur inn á vøllin, er takið um at lyftast av takinum. Póllendingar fáa nógv at síggja til í kvøld. Teir skulu stríðast við bæði Balic, og eina fanatiska áskoðarafjøld. Kroatia og Pólland spæla kl. 19.30 í kvøld