Krøvini til yrkisfótbóltin verða ov strong hjá nógvum feløgum

Fótbóltur: FSF-formaðurin Torleif Sigurðsson sigur, at nógv feløg fara at hava ilt við at megna krøvini, sum eru sett í uppskotinum um yrkisfótbólt, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til fyrrapartin leygardagin

Formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, er ómetaliga glaður um, at tað er komið so mikið langt, at føroysku fótbóltsfeløgini á aðalfundinum í morgin hava møguleika at samtykkja uppskot frá FSF, sum bera við sær, at hol er sett á føroyskan yrkisfótbólt.

Tað eru sjey ár síðani, at FSF fyrstu ferð bað feløgini um heimild at fara undir fyrireikingar av hesum slagi, men tá fekk FSF at vita, at hesum vóru feløgini ikki áhugað í, og at FSF so at siga skuldi halda seg burtur frá tí, sum gekk fyri seg innanfyri bøgarðarnar hjá feløgunum.

Hugburðurin hjá feløgunum er broyttur síðani tá, aðalfundurin í fjør heitti á FSF um at arbeiða við uppskotum at leggja fyri feløgini at taka støðu til, og spurningurin varð aftur viðgjørdur á fundinum, sum FSF og feløgini høvdu í november í fjør.

Nú er tilfarið farið út, og tað má metast rættiliga sannlíkt, at uppskotið fer at fáa undirtøku á fundinum í morgin. Tað vónar formaðurin í FSF, og hann heldur, at um uppskotini fáa undirtøku, so eru formligu fyriskipanirnar á hædd við tað, sum menningin tey síðstu nógvu árini hevur víst, at tørvur hevur verið á.


Fá fara at lúka krøvini

Men hóast hetta verður viðtikið, so roknar formaðurin í FSF ikki við, at tey nógvu feløgini fara at skriva sáttmálar við spælarar:

? Vit hava sett nøkur krøv til feløgini, sum ætla sær at gera avtalur við spælarar. Og við teimum royndunum og tí innlitinum, sum eg havi fingið, eftir at hava verið við í FSF í mong ár, so kann eg sláa fast, at higartil hava tað verið heilt nógv feløg, sum ikki hava megnað at livað upp til krøvini. Tá hugsi eg um, at vit krevja, at tey skulu hava aðalfund á hvørjum ári, at roknskapurin skal grannskoðast, og at tey skulu koma við einari fíggjarætlan, sum hevur hald í væntaða veruleikanum, og at nevndin hevur góðkent fíggjarætlanina.

Torleif ásannar, at sjálvsagt ber tað til at ímynda sær, at fortreytirnar kunnu broytast hjá fótbóltsfeløgum, sum tær gera tað hjá einstaklingum og feløgum av øðrum slagi, men hann heldur samstundis, at FSF er farið so mikið varisliga til verka, at møguleikarnir fyri hesum eru minni, enn teir eru so nógva aðra staðni.


Tíðaravmarkað

Í fyrstu atløgu hevur FSF valt bara at geva loyvi til eitt ára sáttmálar. Í Danmark er tað soleiðis, at tey feløgini, sum eru best fyri fíggjarliga, hava loyvi at gera sáttmálar við spælarar, sum fevna yvir fleiri ár. Tey feløgini, sum eru verri fyri, hava tíðaravmarkaðar heimildir at gera sáttmálar, summi kunnu bara gera sáttmálar fyri eitt ár, og hjá summum er skilið so vánaligt, at DBU gevur teimum ikki loyvi at gera sáttmálar.

? Tað kann vera, at royndirnar fara at vísa okkum, at vit skulu broyta karmin fyri tíðaravmarkingina, men tað fáa vit at síggja.

Torleif Sigurðsson upplýsir, at FSF hevur heitt á grannskoðarafelagið INPACT um at gera eina bók-haldsskipan, sum feløgini kunnu brúka, soleiðis at tað verður lættari hjá teimum at gera roknskapin soleiðis, at FSF fær tað innlitið, sum teir vilja hava fyri at kunna taka støðu til góðkenningina.

? Arbeiðið er ikki heilt liðugt enn, men vit rokna við at fáa tað frá teimum seinni í vár, sigur formað-urin.


Meiri alment

Torleif Sigurðsson sigur, at føroyskur fótbóltur má innstilla seg upp á, at feløgini verða meiri almenn, nú formligu viðurskiftini verða broytt.

? Til dømis fer Toll? og Skattstovan uttan iva at vísa feløgunum størri áhuga, og so ræður um, at viðurskiftini eru, sum tey eiga at vera.

Roknar tú við, at gráu pengarnir og teir, sum kanska eru døkkari enn tað, nú fara at hvørva úr føroyskum fótbólti?

? Tað kunnu vit hava okkara áskoðanir um. Men nú stendur tað upp til feløgini, hvat fer at henda. Formligu viðurskiftini verða nú fingin upp á pláss, og eg rokni av-gjørt við, at hetta fer at hava við sær, at sum frálíður fara fíggjarviðurskiftini hjá nógvum feløgum at gerast nógv greiðari, enn tey kanska hava verið.


Áhugaleikararnir

Hvat feløgini skulu hava fyri yrkisspælarar, sum flyta felag í sáttmálatíðarskeiðnum, verður altíð ein spurningur, ið fer at verða avgjørdur í samráðingum

Men nú vil FSF hava, at greiðar ásetingar verða gjørdar fyri, hvat skal endurrindast felag, tá áhugaleikari, ella spælari, sum ikki hevur sáttmála, flytir til annað føroyskt ella til útlendskt felag. Spurningurin var t.d. umrøddur, tá Todi Jónsson í síni tíð fór úr Føroyum og til Lyngby. KÍ fekk einki endurgjald, tí formligu viðurskiftini vóru ikki í lagi.

Men nú ynskir FSF, at hetta skal fáast upp á pláss, og teir biðja um heimild til at gera neyðugar greiningar í sambandi við, hvat skal gjaldast.