Krogerup Højskole og Mandela sentrið í Miðlahúsinum

Í kvøld kl. 20 greiða Rikke Forchhammaer og Nils Ekner frá Krogerup Højskole, Mandela Center og kórinum Papya í Miðlahúsinum

Rikke Forchhammer og Nils Ekner vitja í hesum døgum í Føroyum. Tey umboða fyrst og fremst Krogerup Højskole, sum fegin vil geva føroyingum lut í sínum tilboðum, men hesi bæði hugagóðu fólkini umboða eisini so mangt annað, ið hevur við lívsáskoðan, heimsfatan og sanggleði at gera.

Hóast tey fyrst og fremst á Føroyaferðini umboða Krogerup Højskole, so slepst ikki undan upplivingum og arbeiði teirra í samband við Mandela Miðdepilin í Danmark og við Papaya vokalbólkin, ið syngur afrikanskar sangir, og sum ger tað so væl, at Papya fleiri ferðir hevur vitjað í Afrika og bólkurin hevur stjørnustatus har.