Krogh og Marcher halda fram

Annar teirra gevst sum hondbóltsspælari, men heldur fram sum venjari.

Mark Lausen-Marcher og Peter Krogh. Tað eru nøvnini á donsku H71-spælarunum, sum hava verið ímillum stóru profilarnar á liðnum – Mark seinastu tvey kappingarárini, og Peter seinasta kappingarár.


Í H71 fegnast tey um, at teir báðir verða verandi í felagnum næsta kappingarár. Hóast tað, so er ikki líkt til, at Mark Lausen-Marcher fer at spæla við næsta ár. Ætlanin er, at hann bara skal røkja uppgávuna sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum.


Tað eru smá tvey ár liðin síðani Mark Lausen-Marcher kom til Føroya. Hann varð upprunaliga fingin hendanvegin fyri at vera venjari, men tá ið funnið var út av, at hann eisini dugdi okkurt við einum bólti sjálvur, gjørdist hann skjótt ein partur av liðnum.