Anna Glerfoss er 53 ára gomul. Longu áðrenn hon fekk fyrsta barnið í 1995, starvaðist hon á Kósini, og eftir at hon er liðug at eiga børn, hevur hon starvast í 21 ár á Kósini.
Kósin er størsta flakavirkið í Føroyum. Anna Glerfoss stendur oftast í maskinunum har fiskurin verður avhøvdaður, hetta hevur hon gjørt í 15 ár. Eisini reinsker hon fløkini, og hevur roynt at pakka og salta.
– Eg fari har sum eg verið send.
Anna Glerfoss dámar væl arbeiðið á Kósini.
– Vit koma glað til arbeiðis hvønn dag, hetta er eitt gott arbeiðspláss.
Vanliga er minni at gera á um summari á Kósini, men í nakrar dagar hevur nógv arbeiði verið, og tey hava arbeitt langar dagar.
– Viðhvørt sært tú at summi eru troytt, so mást tú koyra eitt sindur meira á. Men man er glaður kortini, og kemur til arbeiðis hvønn dag.
##med2##
Slítandi arbeiði
Árini Anna Glerfoss hevur starvast á Kósini er arbeiðið nógv broytt, eitt nú var fiskurin fyrr koyrdur í bakkar, sum skuldu lyftast. Í dag fer fiskurin ígjøgnum bond. Hóast Kósin hevur fingið framkomnar maskinur, er arbeiðið framvegis krevjandi kropsliga, og tað merkist á kroppinum, tí er Anna Glerfoss ímóti at pensjónsaldurin skal hækka.
– Kroppurin á okkum heldur ikki til ein hægri pensjónsaldur. Vit arbeiða í kulda, tú fær gikt tá tú arbeiðir sovorðið arbeiði, so tað merkist. Summi halda longur enn onnur, men vit síggja at summi orka væl, og onnur blíva slitin.
Summi starvsfólk arbeiða hóast tey eru farin um pensjónsaldur, onnur eru givin áðrenn pensjónsaldur tí tey megna ikki at arbeiða longur.
Ymiskar arbeiðisuppgávur slíta ymiskt støð á kroppinum. Anna Glerfoss stendur ofta í maskinunum, og hetta er slítandi fyri akslarnar, og at reinskjera merkist í ørmunum.
Summi starvsfólk skifta ímillum at vera eina viku í bandfrystaranum, kutaranum, reinskjera, glasera og hetta hjálpir. Tí tá tú standur í bandfrystaranum fart tú ilt í ryggin, tá tú stendur í kutaranum fart tú ilt í armarnar.
Ongin dagur á Kósini er líka, maskinurnar arga viðhvørt, og dygdin á fiskinum er ymisk. Teir dagar fiskurin er fyrstafloks er gott lag á virkinum, er fiskurin harafturímóti bleytur, blóðsprongdur og fullur við beinum, gerst dagurin tyngri.
##med3##
Kósin er størsta fiskavirkið í Føroyum, við yvir 100 starvsfólkum. Anna Glerfoss heldur at trivnaðurin á virkinum er góður.
– Eitt smíl ger so nógv. Vit hava gott samanhald, heilsa uppá hvønn annan um morgunin, og hava vit nakað útstandandi so snakka vit saman.
Seinastu árini eru nógvir útlendingar komnir á Kósina at arbeiða. Eitt nú fleiri Fasttrackarar, hetta merkir samskifti millum starvsfólkini, men flestu útlendsku starvsfólkini trívast væl á virkinum, og tey leggja seg eftir at taka væl ímótur teimum nýggju.
– Vit eru góð við tey, og taka ímóti øllum sum koma.
Á Kósini fáa øll í steðg í senn, hetta eru tey glað fyri á virkinum, tí tað hevur nógv at siga fyri sosiala samanhaldi at øll fara í pausu í senn. Prátið gongur væl, tá tey ganga trappurnar, læta seg úr arbeiðsklæðunum, og sita í kantinuni.
##med4##
##med5##