Krúnborg funnið gummibát norðanfyri

Í morgun fann Krúnborg ein stóran svartan gummibát rekandi norðanfyri. Eingin var í bátinum, sum ikki hevði nakað kennimerki. Løgreglan veit ikki hvør eigur bátin

Hóast tað var stevna inni á Skálafjørðinum hetta vikuskifti, so var løgreglan har ikki overvað av arbeiði um vikuskiftið.

Janus Vang, støðleiðari í Runavík sigur at har gekk alt serstakliga friðarliga fyri seg.

Leygarmorgunin, stutt eftir midnátt var ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Maðurin var tikin við á støðina har blóðroynd var tikin av honum og hann frættir eftir øllum at døma aftur frá løgregluni seinni.

Av støðini í Runavík verður sagt, at hann var týðiliga ávirkaður.

Heilt fitt av fólki hevur annars verið á Skálafjarðarstevnu um vikuskiftið sigur Janus Vang, men stevnumentanin í Eysturoynni er ein onnur enn hon er eitt nú í Havn.

? Fólk koma í bili til kappróður ella fótbólt og tey fara avstað aftur beint eftir at liðugt er. Tað er ikki tað nógva fólki í gøtuni, sigur hann.

Heilt fitt av fólki var eisini í dansi, men har gekk alt fyri seg í bestu sátt og semju, sigur løgreglan úr runavík.


Funnið gummibát

Mánamorgunin kom Krúnborg á Fuglafjørð við einum stórum svørtum gummibáti teir høvdu funnið norðanfyri.

Eingin var í gummibátinum og báturin bar einki kennimerki ella tekin um hvaðani hann stavar.

Báturin hevði »páhengsmotor«, sum tó var í ólagi, verður sagt av støðini í Runavík.

Løgreglan kann í verandi løtu ikki knýta gummibátin til nakað ávíst skipsóhapp og eingin teir hava tosað við kennist við bátin.

Um nakar veit um henda gummibát at siga, so vil løgreglan fegin hava boð.

Ringjast kann á støðina í Runavík tlf. 447130 ella á støðina í Havn tlf. 311448.


Bilurin hvarv

Eisini í høvuðsstaðnum var vikuskiftið ógvuliga friðarligt.

Nógv fólk var í býnum í góðveðrinum og tað sást eftir hjá teimum, sum rudda sunnumorgun.

Tó so okkurt var. Tíðliga sunnumorgunin varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

Maðurin varð tikin við inn á støðina og blóðroynd var tikin av honum.

Leygardagin fekk løgreglan í Havn eina heldur løgna fráboðan.

Hon kom frá manni, sum hevði verið í býnum fríggjakvøldið og har hevði hann vist gjørt eitt mistak.

Ein kvinna hann kendi fjart hveði biðið um loyvi at læna bil hansara og tað hevði hann játtað henni.

Men ólukkutíð fyri mannin, so kom kvinnan ikki aftur við bilinum.

Hvar bilurin er veit hvørki maðurin sjálvur ella løgreglan. Tað veit allarhelst bara kvinnan sum lænti bilin.

Eigaramaðurin fær heldur ikki ringt til viðkomandi, tí hann veit ikki hvat telefonnummar hon hevur hvussu hon eitur heldur ikki hvar hon býr.

Bilurin talan er um er ein svartur Toyota Corolla, við nummarspjøldrunum AP 284.

Løgreglan vil fegin frætta nærri frá teimum, sum vita um bilin.

Eitt lítið herverk hendi eisini í Havn um vikuskiftið, tá onkur gjørdi seg inn á ein bil, sum stóð undir Pisuvarða.

Ein rútur var brotin, men løgreglan veit ikki hvør hevur gjørt ógerðina.


Rúsdrekkakoyring

á Tvøroyri.

Løgreglan á Tvøroyri fekk um vikuskiftið fráboðan um harðskap.

Tveir mans vóru farnir upp at toppast inni í einum húsum og annar teirra hevði fingið frammaná.

Tað spurdist tíbetur ikki meir burturúr slagsmálinum.

Ein bilførari var eisini tikin fyri at koyra við kenning á Tvøroyri um vikuskifti..

Hann varð tikin við inn á støðina og blóðroynd var tikin av manninum.

Eins og allir hinir rúsdrekkabilførararnir frættir hesin eisini nærri frá løgregluni tá royndirnar eru komnar aftur frá kanningarstøðini í Danmark