Øksarálopið: Nú er rættarmálið byrjað

Teir báðir ungu menninir miðskeiðis í 20'unum, eru róligir í morgun.

Rættarmálið móti teimum báðum ungu monnunum miðskeiðis í 20'unum, sum eru skuldsettir fyri drápsroynd, byrjaði í morgun klokkan 9.15. Men fyrsti hálvur annar tímin fór til at sverja nevningarnar inn, til at fáa fólkini upp á pláss. Nú stutt fyri 11 vóru allir nevningarnir svornir inn, og fóru úr rættarsalinum fyri at velja formann/forkvinnu. 

 

Sostatt byrjar rættarmálið sjálvt nú hvørja løtu. Eftir meira enn eitt ár í varðhaldi skulu teir báðir ungu menninir, sum nú eru skuldsettir fyri drápsroynd, sostatt fyri rættin aftur. In.fo hevur reportara á staðnum, og úr Føroya rætti verður í morgun sagt, at teir báðir ungu menninir eru róligir á at líta. Teir sita og bíða eftir at rættarmálið skal byrja, saman við sínum sakførarum. 

 

 

Les eisini: 12 skulu døma í øksarmálinum

 

 

Nevningating verða nýtt í Føroyum, tá fólk kunnu fáa í minsta lagi fýra ára fongsulsrevsing fyri tað, tey eru ákærd fyri. Lagnan hjá teimum báðum monnunum verður so at siga løgd í hendurnar á hesum 12 nevningunum. 14 fólk verða biðin um at verða nevningar og skulu tí verða til allar rættarfundirnar í málinum. Orsøkin til at 14 verða kallaði inn, hóast tað einans eru 12 nevningar, eru at tveir eyka nevningar skulu vera til taks, um onkrum av hinum 12 fær forfall undir málinum.Fyri at dómur skal fella í einum nevningamálið, skulu átta av teimum 12 nevningunum verða samdir um dómin. 

Hendingin, sum teir eru ákærdir fyri, fór fram á Íslandsvegnum/Landavegnum í fjør fyrst í mai mánaði.  Ein maður fekk 300 pentir i kroppin. Hann var álopin við goggara, øks og knívum.