Økt kvota kemur væl við

Hóast Føroyar hava tillutað Ruslandi 25.000 tons fleiri av svartkjafti í 2013 enn í 2012 aftur fyri botnfisk úr Barentshavinum - úr 50.000 upp í 75.000 tons - so kemur økta svartkjaftakvotan hjá Føroyum kortini væl við hjá føroysku nótaskipunum.

I 2012 var føroyska svartkjaftakvotan 94.000 tons, men í ár er hon 154.000 tons, sum er heili 60.000 tons fleiri.

Hjá tveimum tilvildarligum skipum, Jupiter og Tróndi í Gøtu, merkir hetta, at svartkjaftakvotan, sum í 2012 var 4.581 tons til hvørt skipið, í ár er 6.480 tons til hvørt skipið.

Tað var hin 3. januar í ár, at manningarnar á Jupiter og Tróndi í Gøtu mynstraðu og fóru á svartkjaftaveiði.

Sunnukvøldið var Jupiter á Tvøroyri við 700 tonsum, og væntandi er eisini, at Tróndur í Gøtu kemur inn at landa fyrsta dagin.

- Svartkjafturin verður væntandi einar tríggjar vikur aftrat í føroyskum sjógvi. Síðan fer hann í ES-sjógv, og væntandi verður hann aftur at fáa í føroyskum sjógvi eftir páskir, sigur Varðin í Gøtu.