Øktur flutningur- økt útflutningsvirði

Í síðstu viku boðaði Smyril Line frá, at felagið fer eisini at lata farmaskip sigla millum Føroyar og meginlandið, tá Norrøna tekur sær av ferðafólkasiglingini burturav. Hetta stigið hjá Smyril Line - saman við avgerðini um at lata Norrønu sigla alt árið - skuldi bøtt munandi um flutningsmøguleikarnar hjá okkara útflytarum.

Líka síðani at undanfarna borgarliga landsstýrið framdi ta óbótagerð at selja Teistan, sum hevði við sær, at Smyril gavst við Skotlandssiglingini, hava útflytarar verið ónøgdir við møguleikarnar at sleppa av við feskan fisk nóg skjótt og til røttu tíðirnar.


Skipafelagið Føroyar hevur roynt at nøkta tørvin, men tað hevur ikki gingið sum oman eftir ánni, og tað gav stórt hall at leiga tað útlendska skipið.


Umframt Smyril Line hevur íslendska Eimskip økt sigling og tænastuna til og úr Føroyum. Umframt ta øktu kappingina, sum siglingin hjá trimum skipafeløgum skuldi borið í sær, skuldu møguleikarnir hjá útflytarunum nú verið av teim um bestu.


Tað økta tænastustigið fer væntandi at síggjast aftur í øktum útflutningsvirði, tí feskfiskaútflytarar hava fleiri ferðir seinastu árini víst á, at siglingin var ikki nóg títt og heldur ikki røttu dagarnar fyri at røkka marknaðirnar í Evropa og røttu tíðirnar.


Vit hava brúk fyri øktum útflutningsvirði - øktari inntøku í landinum. Tað er neyðugt - bæði fyri at endurbyggja vælferðarsamfelagið eftir kreppuna, og fyri at brynja samfelagið búskaparliga, so fyritreytir verða skaptar fyri fullveldinum Føroyar, sum eftir ætlan skal sjósetast í komandi árum.


Hetta er bara eitt stig. Nógv onnur stig vanta. Tí eitt er greitt, at á flestu økjum arbeiða vit rættiliga óprofessionelt. Og skulu vit klára okkum - ikki minst í kapping við aðrar - so mugu vit virka meiri professionelt. Eisini á flutningsøkinum. Høvdu vit verið meiri professionellir, hevði ikki ett útlendskt skipafelag eftir stuttari tíð fingið so stóran part av marknaðinum, sum Eimskip hevur fingið.