Kuba verður ikki kapitalistiskt

Kubanski forsetin, Raul Castro, ávaraði í gjár USA og ES um, at ongar ætlanir eru um at broyta landsins politisku skipan, og at hann ætlar sær ikki at endurreisa kapitalismuna í Kuba.

Í einari røðu, sum forsetin helt í sambandi við, at tjóðartingið endaði setuna, segði forsetin, at hann er til reiðar at tosa um øll viðurskifti burtursæð frá teimum politisku og sosialu skipanunum í landinum.

Tann 78 ára gamli forsetin segði seg vera sinnaðan til at taka lut í einum orðaskifti við USA á javnbjóðis føti. Mmen ikki um landsins politisku skipan, legði hann afturat.