Kular Røtur við fleiri uppruna sangarum og tónleikarum framføra stóru barnahittini á Summar Festivalinum í august
Tað verður ein heilt serlig konsert. Vit fara at síggja Grønar menn frá Pluto, hoyra 1000 smíl, syngja við til Kingoson og uppliva, at bæði børn, ung og vaksin fara at Flippa út.
Tað verða tær góðu og gomlu kulu røturnar við ongum minni enn Jógvani Hansen, systrunum Rannvá og Arnfríð Lützen, Rakul Ró Steintórsdóttir, saman við frálíkum tónleikarum, dansarum og kórsangarum, ið leygarkvøld fara at fylla Vágsbø við festligum og góðum og vælljómandi sangi, har ommur og abbar, foreldur og sjálvandi tey kulastu, løgnastu og frískastu børnini eisini syngja við.
Konsertin verður í sambandi við, at tað nú eru liðin 25 ár, síðani Kular Røtur góvu fyrstu barnasangirnar út. Sangirnir vóru sera væl umtóktir millum børn – og vaksin – og teir liva framvegis sera væl. Hittini vóru eitt nú "Hon er omma mín", "Bilurin hjá okkum", "Kingoson", "Kalla meg Babe", "Grønir menn frá Pluto", "Vera" og aðrir – ein sannur barnasangskattur.
Steintór Ramussen og Ingi Isaksen hava skrivað og innspælt tey nógvu ódoyggjandi barnahittini. Og kreativu orð- og lagsmiðirnir verða sjálvandi eisini í sínum egna 25 ára føðingardegi, tá ið Kular Røtur syngja og skriva søgu á Vágsbø.
Set kross í kalendaran og ver við í serstøku og stóru familjuløtuni á ársins Summar Festivali, sum verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.