Tað hevur ikki verið so kalt og so nógvur kavi í Italia í mong ár sum nú. Eitt nú hevur høvuðsstaðurin Rom ikki havt so nógvan kava tey seinastu 27 árini, og myndugleikarnir hava sent 400 hermenn at beina kava burtur.
Eisini har norðuri í landinum er óvanliga nógvur kavi komin niður, og summastaðbi hevur tað eisini verið rættiliga nógvur vindur.
Myndugleikarnir siga seg hava fingið fráboðanir um, at í hvussu er 17 fólk eru deyð í kavanum.
Í landspørtunum Lazio og Umbria hava fólk mist bæði vatn, hita og el, og í fleiri bygdum kæra fólk seg um, at eingin matur er eftir. Blaðið La Republica skrivar, at nógv fólk siga, at tey hava biðið myndugleikarnar um hjálp, men at eingin hjálp kemur fram.