Kuldin kravt meiri enn 800 mannalív

Heilsumálaráðið í Moskva kunngjørdi í dag, at í minsta lagi 215 fólk eru deyð í kulda í Russlandi síðani nýggjársdag. Í sama tíðarskeiði hevur kuldin kravt meiri enn 600 mannalív aðrastaðni í Evropa.

Tað hevur verið óvanliga kalt um tað mesta av Evropa teir seinastu fjúrtan dagarnar, men síðani sunnudagin er tað vorðið lýggjari í tí vestara partinum av Evropa. Harafturímóti er tað framvegis kalt í Bulgaria og Rumenia og nógvur kavi.

Russiska veðurstovan segði í kvøld, at tað frysti 20 stig í Moskva seinnapartin.