Hvat er starv títt?
- Miðlaráðgevi hjá Tórshavnar kommunu.
Hvørja uppliving í starvinum minnist tú best og hví?
- Tá tað bleiv fast starv og tí tað bleiv fast starv.
Hvat er gott við starvinum?
- Tað er gjøgnumgangandi eitt gott arbeiðspláss við kvalifiseraðari leiðslu.
Kunnu dagarnir gerast langir?
- Tað kemur fyri.
Hvønn tónleik dámar tær best?
- Rock & Country og øvugt.
Nær ert tú í góðum lag?
- Tá heilsan er góð!
Hvat ger tú í frítíðini?
- Lesi, skrivi & ferðist og gløði í kassan, meðan eg droymi um at fiska.
Ferðast tú í egnum landi?
- Ja.
Hevur tú húsdjór?
- Nei. Kundi tó hugsað mær ein geldan fress, tá tað fer at liggja fyri.
Er tú til aktiva feriu ella vil tú sleikja sól á strondini?
- Orki ikki fyri sandi. Elski upplivingarferðir.
Hvørjum hyggur tú eftir í sjónvarpinum?
- Nógvum á National Geographic og Discovery, Top Gear, søgu, húsasmíð- og innrætting og onkrun góðum krimi inn ímillum.
Hvønn ítrótt dámar tær best?
- Skal eg endiliga velja, so má tað verða fótbóltur.....
Hvat er tín lívrættur?
- Onki slær jóladunnuna. Men annars føroyskan mat, serliga fiskamat.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
- "Dokker kan flire: elendighet i utval", eftir norska rithøvundan Arthur Arntzen. Allar hansara bøkur snúgva seg um norðlendingar, men eru sum einastandandi parodiir uppá heimføðisligar føroyingar.