Kundu havt fullveldi í dag

Høvdu tey í Tjóðveldinum havt makt sum tey høvdu akt, so høvdu Føroyar verið lýst fullveldi frá í dag at rokna.

Tí dagurin 26. mai í 2001 var ikki bara 33 ára føð­ing­ar­­dag­urin hjá Fríðriki krún­prinsi – men tað var dagurin, tá Før­oya fólk á fólkaatkvøðu skuldu fáa høvi at taka støðu til, um Føroyar skuldu lýs­ast sum ein su­v­e­r­en­ur full­veld­is­­stat­ur.

Sambært ætlanum hjá full­­veld­­i­s­­lands­stýr­i­num hjá Høgna Hoydal og An­finn Kalls­berg, so skuldi skift­is­tíð­in verða 12 ár, og hetta tíð­ar­s­keið skuldi før­oyska sam­fel­ag­ið til­lag­ast, so tað frá í dag at rokna skuldi klára seg utt­an rík­is­veit­ing úr Dan­mark.

Men alt broyttist, at tá An­finn Kallsberg avlýsti fólka­at­kvøð­una. Samstarvið millum Tjóð­veldi og Fólkaflokk helt tó fram – eisini eftir valið í 2002, men slitnaði í desember í 2003.
Størsta málið hjá hes­um lands­stýr­i­num – har Fólka­flokk­ur­in hevur stórt vald, var at hækka blokkstuðulin 200 milliónir.

Tann ætlanin mis­eydn­að­ist eis­ini. Vit kunnu so bara út frá politiska veru­leik­a­num stað­festa, at hvørki fullveldi ella fólka­at­kvøða eru í politiskari eyg­sjón.