Atlantsflog
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
- Tað er líka sum, at tað almenna átti eitt vodkatapparí og seldi tað til privatar íleggjarar, og teir síðani vikuna eftir gjørdu tað ólógligt at selja brennivín í Føroyum. Soleiðis lýsir Parker Donham, sum er umboðsmaður hjá størsta privata partaeigaranum í Atlantsflog, Adrian Noskwith, orð á støðuna, sum er íkomin við Atlantsflogi.
Í mai 2006 gjørdi Føroya Løgting av, at ein triðingur av Atlantsflog skuldi einskiljast. Ætlanin var, at í fyrstu syftu skuldi bert ein triðingur einskiljast, og at ætlanin so seinni var at selja meira av felagnum.
33 prosent av felagnum vóru seld seint í 2007, og føroyingar í hópatali vóru villir eftir at seta pening í. Eisini útlendskir íleggjarar vóru áhugaðir, og millum teirra var Adrian Noskwith.
Kendur í felagnum
Tað munnu vera tey fægstu, sum kennast við navnið Adrian Noskwith. Í høpinum hjá Atlantsflogi er hann tó ikki ókendur, tvørturímóti. Sjálvur eigur hann feløg, ið eiga og útleiga flogfør og flogskiparar, og í okkurt um 10 ár hevur hann havt tætt samband við Atlantsflog.
Hann kendi sostatt felagið sera væl, áðrenn hann gjørdi av at keypa 5 prosent av partabrøvunum í felagnum, sum svara til eina íløgu á umleið 17 milliónir krónur.
- Okkum dámar væl felagið. Vit halda tað er eitt frálíkt felag. Tað hevur eina 14 ára langa røð av yvirskotum. Tað hevur vaksið ógvusliga. Tað er ein veruligur dýrgripur hjá Føroyum. Vit skilja, at tað eru nógv fólk her, sum halda, at tað skal vera alment, og tað er fínt. Men tað er ikki tað, sum varð sagt, tá vit keyptu partabrøv í felagnum. Tá vit, og hundraðtals føroyingar, keyptu partabrøv í felagnum, segði landsstýrið, at tað skuldi verða eitt privat partafelag. Um teir hava broytt hugsan, so noyðast teir at vera rættvísir móti partaeigarunum, sigur Parker Donham.
Hvat er broytt?
Summi hava kanska ilt við at skilja, hví privati partaeigarin er ónøgdur við framferðina hjá landsstýrinum, og serliga hjá Johan Dahl.
Grundgevingarnar hjá privatu partaeigaranum eru greiðar. Í høvuðsheitum snúgva tær seg um, at síðan felagið varð einskilt, hevur landsstýrið flutt stórar inntøkumøguleikar úr flogfelagnum og til Landið.
- Landsstýrið lovaði tá, at tað fór at halda fingrarnar vekk frá flogfelagnum. Síðan tá hava teir skift nevndina út, og sett sínar egnu menn ístaðin. Teir hava flutt tollfríu søluna úr flogfelagnum og til floghavnina, sum er ein ógvuliga stór flyting av inntøku frá flogfelagnum og til landsstýrið. Teir hava skapt flogvallarmyndugleikan [P/F Vága Floghavn, blm.], og vaksið ómetaliga nógv um avgjøldini, sum aftur er ein stór flyting av inntøkum frá flogfelagnum og til landsstýrið. Í veruleikanum kann tað samanlíkast við, at tað almenna átti eitt vodkatapparí og valdi at einskilja tað, fyri síðan vikuna eftir at gera tað ólógligt keypa brennivín í Føroyum, staðfestir Parker Donham.
Landið tikið ræðið á privatum pengum
Úrslitið av íblandingini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum, sum umsitur øll hesi málini, er greitt, sambært Parker Donham.
- Í løtuni hava partabrøvini einki virði, eg haldi at okkurt um 1000 partabrøv eru handlaði seinastu fimm mánaðirnar. Eingin í verðini fer at keypa tey partabrøvini, sum vit hava, ella sum nógvir føroyingar eisini hava. Vit kundu júst tað sama havt tveitt peningin á sjógv onkrastaðni í Norðuratlantshavi. Vit settu okkurt sum 12 til 14 milliónir danskar krónur í Atlantsflog, og í dag hava vit einki at vísa fyri teir pengarnar. Pengarnir hjá okkum og hjá nógvum føroyingum, sum settu pening í felagið, eru bundnir og hava einki virði, sigur Parker Donham.
Hann sigur, at sum støðan er í løtuni, hava teir onga ávirkan á flogfelagið á nakran sum helst hátt. Hann vísir á, at tað vanliga er, at nevndarformenn og onnur altíð royna at hava eitt tætt samband við stóraktionerarnar, serliga tá tað eru partaeigarar, sum eiga góð 5 prosent av felagnum, men at síðan nevndin varð skift út, hava teir hvørki hoyrt orð ella eið frá nýggja nevndarformanninum.
- Tað er sum um, at landsstýrið hevur takkað fyri, at vit settu peningin í felagið, og nú hevur frátikið okkum øll rættindi og biðir okkum seta okkum í eitt horn onkrastaðni og halda kjaft. Men tað sigur seg sjálvt, at tú ikki bara heldur kjaft, tá tú hevur sett tíggjutals milliónir í eitt felag, og brádliga einki virði hevur at vísa á ístaðin, staðfestir hann.
Ikki bara vit
Parker Donham vil gjarna leggja dent á, at teir eru ikki teir einastu, sum eru komnir í hesa støðuna. Støðan er tann sama fyri restina av teimum privatu íleggjarunum, harímillum túsundtals føroyingar teljast.
- Men tað er kanska lættari hjá okkum at stilla okkum upp og ger vart við okkum, bæði tí at vit ikki eru úr Føroyum, og tí at vit hava sett somikið nógvan pening í felagið. Men teir føroyingar, sum hava sett pening í felagið, tað er eisini rætt av teimum at krevja okkurt fyri pengarnar, sigur Parker Donham.
Brotið lógarbindandi avtalu
Um tað skuldi komið til skarpskeringar, og landsstýrið skal dragast fyri rættin, er tað púra greitt fyri Parker Donham, hvørjum teir skulu dragast fyri rættin eftir.
- Tá tú selur partabrøv í einum felag fyri fyrstu ferð, almannakunngerð tú eitt dokument, eitt IPO – Initial Public Offering, og tú setir fram eitt prospekt. Hetta er eitt sera týdningarmikið, lógarbindandi dokument, sum sigur íleggjarum, hvat teir kunnu vænta, og tað er eitt dokument, sum tú kann handhevja, staðfestir hann.
Í prospektinum, sum varð sent út í samband við einskiljingina av Atlantsflogi, stendur nevninliga, at landsstýrið í fyrsta umfari einskilir ein triðing av felagnum, og at enn ein triðingur eftir ætlan skal einskiljast seinni. Hetta er ikki gjørt, og verður tað helst hetta, teir kunnu hefta seg við.
Kann ræða framtíðar íleggjarar
Sama dag sum innbjóðingin til Johan Dahl frá Adrian Noskwith stóð í Sosialinum, og sum Johan Dahl hevði svarað, at hann ikki var sinnaður at gera nakað, setti Vinnumálaráðið hol á eina ætlan, har tað millum annað skal fáast meira útlendskur íløgukapitalur til Føroyar.
Sambært Parker Donham, so kann málið við Atlantsflog ræða framtíðar útlendskar íleggjarar frá at yvirhøvur nerta við nakað, sum er føroyskt.
- Eitthvørt felag, sum vil stovna eitt felag her ella seta fólk í starv her, fer at hyggja at, hvat landsstýrið hevur gjørt fyrr. Og teir fara skjótt at finna útav, at í hesum førinum, sum er ein tann størsta íløgan, sum er gjørd í Føroyum, virdi landsstýrið ikki sítt lyfti, sigur Parker Donham.
Samráðast heldur enn kríggjast
Í hesum døgum er Parker Donham í Føroyum, har hann arbeiðir við at kanna allar møguleikar hjá teimum. Hann hevur tosað við lógarkøn fólk, og vónar eisini at fáa orð á landsstýrismannin.
- Vit vilja helst loysa hetta málið í sátt og semju. At fara í rættin er bæði ótrúliga dýrt, fyri bæði okkum og fyri landið, og tað kann taka mánaðir ella ár at avgreiða, og so veit eingin, hvat úrslitið kann verða. Tí hevði tað verið best, um vit kundu funnið eina loysn uttanum lógarskipanina. Men í løtuni sær tað ótrúliga tunnligt út við diplomatiskum loysnum. Johan Dahl hevur sagt, at hann ikki er áhugaður at gera nakað sum helst, sigur Parker Donham.
Hann vísir á, at teir hava framsett í minsta lagi tríggjar loysnir, sum teir kunnu liva við. Tær eru, at antin keypir landsstýrið partabrøvini hjá teimum aftur fyri útveganarprísin. Um tann prísurin er ov høgur sum keypsprísur, so er hann kanska meira attraktivur sum søluprísur, tí so bjóða teir sær at keypa meirilutapartabrøvini frá landsstýrinum fyri tann sama prísin.
- Tað hevði í øllum førum loyst trupulleikan. Men hvat man so velur, er ikki nakað vit blanda okkum uppí. Tað er avgerðin hjá Landsstýrinum, um man velur eitt, hitt ella okkurt heilt annað. Men okkurt má so gerast, sigur Parker Donham.
Parker Donham hevur í gjárkvøldi hitt landsstýrismannin í Vinnumálum, Johan Dahl, men greiðir frá, at hann var sera lítið samráðingarsinnaður, og at hann stóð við sítt. Sostatt eydnaðist tað ikki at mýkja støðuna nakað.
Úr prospektinum:
»I marts 2006 besluttede den færøske regering ved lov delvist at privatisere Atlantic Airways ved at sælge
33 % af aktierne i virksomheden. I de forklarende noter til loven om privatiseringen af Atlantic Airways
fremsætter regeringen sine intentioner om at sælge yderligere 33 % af aktiekapitalen til institutionelle
investorer efter børsnoteringen af virksomheden. Timingen af den anden runde er endnu ikke fastlagt. Da
der snart er parlamentsvalg, kan man ikke vide, om den anden runde vil blive udført ifølge den fremlagte
plan.«
Kelda: Public offering and listing of Atlantic Airways 2007, Kaupthing Bank, 14. november 2007.