Kundu tað sama verið deyðir

- Um eg ikki hevði sæð bilin koma við so nógvari ferð, og eg tí ikki fekk steðgað bilinum heilt, høvdu vit verið deyðir nú, tað er púra vist. Orðini eigur Kári Hentze, ið saman við 6 ára gamla soninum Heina, var offur fyri skilaleysari koyring fyri viku síðani

Ferðsla: Mikudagin í farnu viku fór Kári Hentze eftir soninum Heina, sum var og spældi við ein vinmann, sum so mangan áður. Á veg til hús koyrdi hann eftir Vegnum Langa, sum so mangan áður. Men so steðgar søgan um tað kenda, tí brádliga sær Kári ein bil koma ímóti sær, og koyringin er púra skilaleys.

-Eg eri vanur at koyra nógv og langt, millum annað tí eg arbeiði í Vágunum, og tá hyggur man ofta longri fram á vegin, enn um man bert koyrir runt í býnum. Av tí sama sá eg bilin, sum kom ímóti okkum við sera nógvari ferð. Eg segði tað eisini við 6 ára gamla sonin, sum sat á baksetrinum, og bað hann hyggja at hesum bilinum, sum koyrdi so ørt, greiðir Kári frá.

 

Misti vitið

Kári og Heini hugdu at bilinum og sóu, at førarin misti tamarhaldið á bilinum.

-Eg minkaði ferðina, tí eg sá, at bilurin kom sleingjandi frá síðu til síðu eftir vegnum. Bilførarin royndi at rætta bilin upp einar 4-5 ferðir, men ferðin var ov nógv, so tað gekk ikki. Sum hann nærkaðist, sá eg, at tað fór at enda galið, og at hann fór at renna beint inn í okkum, greiðir Kári frá.

Hann stýrdi so langt út í vegjaðaran, sum hann kundi, og steðgaði bilinum.

Hann sigur, at fyrsti tankin var at verja sonin, sum sat íbundin á baksetrinum, og hann kastaði seg aftur, og royndi at halda um sonin sum frægast.

-Í tí, at bilurin rakti okkum við miklari ferð, blivu luftpúturnar í okkara bili útloystar. Tað hendir knappliga og við nógvari megi, og eg misti vitið eina løtu av stoytinum. Tá eg raknaði við aftur, var okkara bilur fluttur eitt gott pettið eftir vegnum, og stóð als ikki í sama stað, sum eg steðgaði, so stoyturin var ógvuliga harður, greiðir Kári frá.

Hann dugir ikki at meta um, hvussu skjótt hin bilurin koyrdi, men hann vísir á, at hann hevur koyrt sera skjótt, tí bilurni hjá Kára stóð stillur, so allur skaðin er hendur av ferðini á hinum bilinum.

Hann er tí ivaleysur í, at um hann ikki hevði sæð mótkoyrandi bilin í góðari tíð, og hevði nátt at bremsað, høvdu bæði hann og sonurin verið deyðir.

-Tá eg raknaði við aftur, og sá hvussu illa hin bilurin var farin, ætlaði eg at fara at vita hvussu til stóð, og um eg skuldi hjálpa teimum. Men har vóru longu fult av fólki komin til, so fólk vóru kvik at koma til hjálpar, staðfestir Kári.

Hann var heldur ikki serliga stúttur á beinunum, og mátti taka sær av soninum, so tað var gott, at fólk vóru so skjót at loypa til.

 

 

Sonurin fingið skelk

Kári sigur, at sonurin varð sera skelkaður av tilburðinum.

-Hann tútbrølaði í langa tíð aftaná, og hekk uppi í mær. Hann slapp mær ikki aftur, fyrr enn mamma hansara kom, og tá hekk hann uppi í henni og vildi ikki sleppa henni aftur. Vit vóru sendir oman á Landssjúkrahúsið, og vóru kannaðir á skaðastovuni, greiðir Kári frá. Har fingu teir eisini eitt tilboð um sálarliga hjálp.

Hann sigur víðari, at hann hevði fingið grovan heilaskjálvta, og tey vildu tí hava hann at liggja har um náttina.

- Men eg vildi heldur heim at vera saman við familjuni, greiðir Kári frá –og konan lovaði at ansa mær, so tað var í lagi. Men eg fekk nummarið til sjúkrahúsið við mær í so fall, at vit máttu hava fatur á tey aftur, sigur Kári. Hann leggur afturat, at sonurin fór at bløða nasablóð, men tað var einasti snuddurin hann fekk.

Men hóast kroppsligi skaðin ikki var stórur, so er Heini rættiliga meint raktur sálarliga. Hann hevur ikki viljað verið einsamallur síðan óhappið, og er ikki serliga glaður fyri at koyra bil longur, sigur Kári.

Tí meðan Kári misti vitið av stoytinum, var drongurin púra klárur og fekk alt við, sum hendi. Hann hevur seinni greitt frá, at teirra bilur snúraði fleiri ferðir runt á vegnum, tá hin bilurin við nógvari ferð rendi inn í teir.

-Í fyrramorgunin, tá frost var, setti eg sonin í bilin, ímeðan eg skavaði ísin av rútinum. Men sonurin var skjótur at koma út aftur til mín, tí hann vildi ikki sita einsamallur inni í bilinum. Hann hevur heilt greitt fingið sálarligt mein av harða samanstoytinum, sigur Kári.

Hann vil hava foreldrini við sær allastaðni, tí óttin situr fast í honum, og hann torir ikki at vera einsamallur.

Men Kári sigur seg ikki vera eins merktan av hendingini.

-Ein slíkur samanstoytur er sjálvsagt ein sera ristandi og púra óvæntað hending. Og tá man hugsar um hvussu tað mundi endað, er tað ein óhugnalig kensla, greiðir hann frá. – Men eg eri ikki bangin fyri at koyra bil, hóast hendingina. Eg skal tó viðganga, at tá hálkan var í fyrradagin, koyrdi eg kanska eitt sindur varligari, enn eg vanliga hevði gjørt, greiðir Kári frá.

 

 

Í bygdum øki

Tilburðurin er serliga skelkandi, tí hann hendi í bygdum øki, har ikki er loyvt at koyra meiri enn 50 km/t. Og hetta er eitt vegastrekkið við bæði barnagarði og skúla, so børn ferðast har dagliga. Men ungu dreingirnir koyrdu púra ørt og løgdu als einki í hámarksferðina.

-Vit hava verið sera hepnir, tað er eingin ivi um tað. Um eg ikki hevði sæð øru koyringina so tíðliga, at eg náddi at bremsa, og um bilarnir ikki høvdu verið so góðir, so hevði verið verri vorðið, og eg eri ivaleysur í, at konan hevði verið noydd at jarðað bæði meg og sonin. Og ungu dreingirnir høvdu heldur ongan møguliga havt, staðfestir Kári Hentze.

Kári vónar, at hesin ógvusligi tilburðurin kann vera til lærdóm fyri aðrar ungar dreingir, sum halda tað vera stuttligt at koyra skjótt. Tí tað skal so lítið til, at tað ikki er stuttligt longur.

Kári og sonurin fingu lítlan og ongan kroppsligan skaða. Men ein av dreingjunum í hinum bilinum kom so illa fyri, at tað fer at taka honum mánaðir at fáa fullan førleika aftur. Hinir dreingirnir sluppu við smærri skaðum.