Kunna føroyingar um islam

Seinastu dagarnar hava tveir umboðsmenn fyri Islamsahmadiya-rørsluna í Norðurlondum vitjað í Føroyum. Teir vilja kunna Norðurlond um islam. M. a. hevur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn fingið eitt eintak av koranini

Eirikur Lindenskov


Seinastu dagarnar hava tveir mans frá Islamsahmadiya-rørsluni í Hvidovre í Danmark verið í Føroyum. Endamálið við hesi ferðinin hevur verið at kunna føroyingar um islam.

? Vit vilja á henda hátt royna at koma í samband við fólk í Føroyum fyri at kunna tey um islam, sigur Kaj Ove Krogh - ella Kamal Ahmed Krogh, sum hansra islamska navn er.

Kamal Ahmed Krogh er dani, man hann konverteraði til islamska trúgv í 1966. Tað var um 1960 at Islamsahmadiya-rørslan so smátt byrjaði við tiltøkum í Danmark, men í 1967 varð rørslan stovnað í Danmark, og tá var eisini Nusart Djahan Moskéin í Hvidovre tikin í nýtslu.

Islamsahmadiya-rørslan er ein heimsumfatandi rørsla við yvir 30 milliónum limum. Hon var stovnað í India í 1800-talinum, og tey trúgva upp á, at Messias er afturkomin. Hann var føddur í Quadian í Pakistan í 1835, og navn hansara er Hazrat Mirza Ghulan Ahmed. Hann doyði í 1908.

Hazrat Mirza Ghulan Ahmed fekk eina opinbering ? at hann skuldi fáa boðskap ín út til fjarastu øki heimsins.

? Quadian var ikki júst heimsins nalvi, men boðskapurin er kortini komin til Norðurlond - og nú eisini til Føroya, sigur Kaj Ove Krogh

Kaj Ove Krogh leggur dent á, at teir als ikki eru tað slagið av muslimum, sum vit javnan hoyra um í fjølmiðlunum.

? Vit eru av teirri fatan, at vit altíð skulu liva sum lóglýdnir borgarar í hvørjum landi, tað enn skal vera, og undir teirri stýrisskipan, sum nú einaferð er galdandi, um hon er politisk ella religiøs. Tað respektera vit fult og heilt, sigur hann.

Saman við Kaj Ove Krogh í Føroyum er eisini Kamal Yosuf, sum hevur umboðað rørsluna í Norðurlondum, bæði í Danmark, Svøríki, Noreg og Finnlandi.

Teir siga báðir, at rørslan í Danmark í veruleikanum er vorðin ein stovnur.

? Nógv fólk koma til okkara fyri at fáa meira at vita um islam, bæði lesandi, og onnur, ið hava tørv á tí.. Vit gera sjálvandi einki fyri at umvenda tey til okkara trúgv - hóast vit eru fegin, tá fólk venda um. Men tað er ikki okkara skilda - hetta er eitt val hjá tí einstaka, sigur Kaj Ove Krogh.

Í Føroyum hava teir roynt at gjørt vart við seg á ymsan hátt. M. a. høvdu teir ætlað at hitt ymsar persónar, so sum bisp, løgtingsformannin og borgarstjóran í Havn fyri at handað teimum koranina, men tað hevði bara eydnast teimum at handað Leivi Hansen, borgarstóra í Havn koranina. Hinum báðum høvdu teir einki hoyrt aftur frá.

Nú 1000 ára haldið verður fyri kristnanini í Føroyum um hvítusunnuna, spurdu vit teir, um hetta var orsøkin til, at teir júst vórðu komnir hendan vegin nú.

? Tað kundi kanska tykts so, men so er ikki. Tað var onkur sum segði okkum, tá vit søgdu, at vit skuldu til Føroya at greiða frá islam, at hetta fór at verða ein søgulig vitjan. Ikki tí vit taka okkum sjálvar so hátíðarliga ? men kortini í álvara ? so hildu vit, at boðskapur okkara sjálvandi kundi borið frukt, men vit vistu als einki um, at drotningin eisini skuldu vitjað her nú, sigur Kaj Ove Krogh.

Hann greiðir víðari frá, at teir eru her av egnum ávum.

? Vit hava hoyrt um, at einstakir muslimar eru her. Men vit hava ikki hitt nakran, sigur hann.

Kaj Ove greiðir annars frá, at teir eisini hava eitt religiøst yvirhøvd.

? Hann nevna vit Kalif. Hann býr í London, men er úr Pakistan.

Hann greiðir frá, at teirra muslimska rørsla hevur nógv felags við tey fyrstu kristnu.

? Vit trúgva jú eisini upp á, at Messias er afturkomin. Eins og tey fyrstu kristnu, so verða vit forfylgd - og serliga í Pakistan, har okkara Messias varð føddur. Hetta er orsøkin til, at okkara átrúnaðarliga yvirhøvd býr í London, sigur hann.

Kaj Ove Krogh leggur kortini afturat, at tað ikki er allur tann muslimski heimurin, sum forfylgir Messiastrúgvandi Islamsahmadiya-rørsluni. Í Pakistan hevur islam ein serligan politiskan karakter, sigur hann.