Málið um vernd av persónsupplýsingum hevur fingið eina óvæntaða vend.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, hevur lýst eina kunngerð, sum steðgar flyting av persónsupplýsingum av landinum, har høvuðsinnihaldið er peningaligar flytingar.
Tað merkir helst, at tann Gjaldskipanin, sum peningastovnarnir hava brúkt í meira enn eitt ár, verður steðgað. Talan er eina føroyska útgávu av BetalingService, sum Elektron hevur ment í samstarvi við PBS. Skipanin hevur við sær, at allar sjálvvirkandi flytingar fara til Danmarkar at venda.
Kunngerðin kemur ikki at raka gjaldkortini, FR-kort og VISA-kort, tí eitt undantak er, sum sigur, at tað er í lagi at flyta persónsupplýsingar, tá tað fer um staknýtaraskipanir.
Kunngerðin er lýst 16. juni og hevur virknað frá 1. januar 2002.
Óvæntað stig
Stigið er óvæntað, tí Høgni Hoydal reisti málið sum eitt tingmál fyrr í ár. Tað gjørdi hann, tí tað var ivi um, hvør tingsins vilji í grundini var. Spurningurin er, um nýggja lógin um vernd av persónsupplýsingum frá 2001 fevndi um flytingar til Danmarkar.
Rættarnevndin, har Jógvan á Lakjuni er formaður, súltaði tilvitað málið, tí tað vóru so nógvir ivaspurningar, og tí kom tað ikki ígjøgnum hesa tingsetanina.
Í staðin hevur Høgni Hoydal so sjálvur lýst tað í einari kunngerð, sum hann ætlaði at fáa tingið at lóggeva ígjøgnum. Sostatt fekk tingið ongantíð høvi at svara, hvat tað meinti, áðrenn Høgni Hoydal skar ígjøgnum.
Hamrandi ólógligt
Mannagongdin skelkar Kristian Magnussen,løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, sum hevur fylgt málinum um persónsupplýsingar serliga væl. Hann hevði júst fingið eitt vátt Kunngerðarblað gjøgnum hurðina við postinum, tá vit fingu orðið á. Hann ánaði ikki, at Høgni Hoydal hevði gjørt eina kunngerð. Og hann er milt sagt skelkaður.
? Nú er hann langt úti. Mín niðurstøða er, at nú snýr tað seg bara um at vinna. Høgni Hoydal tolir ikki, at hann ikki fær sítt ígjøgnum, men hann hevur ikki lógargrundarlag fyri tí, sum hann ger. Fyri at siga akkurát, sum er, so er hetta eftir mínari bestu sannføring brand hamrandi ólógligt, og tað undrar meg stórliga, at aðalstjórin í løgmálaráðnum leggur navn til. Tað boðar ikki frá góðum fyri føroyska løgfrøði, sigur Kristian Magnussen.
Høgni Hoydal hevur sambært lógini um vernd av persónsupplýsingum heimild at gera kunngerðir, sum útgreina lógina. Men hann skal hava heimild í lógini fyri tí, sum hann ger. Og tað hevur hann ikki sambært Kristian Magnussen. Millum annað eru nøkur atlit, sum siga, at upplýsingar kunnu sendast til trygg lond, og tað er Danmark í hesum føri.
Rættarmál í væntu
Væntast kann, at stórur partur av vinnuni fer at leggja sak ímóti landsstýrinum. Eitt nú bankar, tryggingar og onnur eru farin yvir til Gjaldskipanina.
Føroyingar hava mest sum slept tí gomlu V&T-skipanini, sum varð gjørd á Elektron, og nú er tað Gjaldskipanin, sum stýrir sjálvvirkandi flytingum. Áðrenn farið var at menna skipanina, fekk Elektron grønt ljós frá Dátueftirlitinum, sum er hægsti myndugleiki á økinum, og tí hava tey sítt á tí turra og kunnu við góðari samvitsku krevja endurgjald frá landinum. Aðrastaðni í blaðnum váttar Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, at tað kann gerast avleiðingin.
Verður reist politiskt
Málið var so fekst, tá vit tosaðu við Kristian Magnussen, at hann enn ikki hevði hugsað, hvat hann ætlaði at gera. Men nú heldur hann, at skerast skal ígjøgnum.
? Eg haldi,at løgmaður eigur at hyggja at málinum. Hann skal hava eftirlit við, at hansara landsstýrismenn røkja sítt embæti á fullgóðan hátt. Um hann einki ger, eigur landsstýrismálanevndin at taka málið upp, tí Høgni Hoydal umsitur ikki á fullgóðan hátt í hesum føri. Hetta er valdsmisnýtsla, sigur Kristian Magnussen.
Tað eydnaðist ikki at fáa orðið á Høgna Hoydal, landsstýrismann, áðrenn blaðið fór til prentingar.
**************************
FAKTA
Brot úr kunngerð nr. 94:
§ 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum hjá peningastovnum
§ 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og ?nýtsla eru peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum.
§ 3. Brot á § 2, stk. 1 í kunngerðini verður revsað við bót.
**************************