Fyrst vil eg siga, at tað er undrunarvert, at formaðurin í Fiskimannafelagnum raknar við, eftir at reglurnar eru settar í gildi.
Kunngerðin hevur áður verið lýst í øllum teimum føroysku bløðunum í apríl í ár. Dagfestingin í seinastu kunngerð, 3. oktober, kemur av, at ein lítil rætting var gjørd í fyrru kunngerðina, sum einki broytti uppá kravið um trygdarskeiðið.
Spurningurin um trygdarskeið hevur verið umrøddur í fleiri ár. T.d. greiddi eg frá á ársfundi hjá Fiskimannafelagnum fyri skjótt trimum árum síðani um hetta evnið. Í november 1995 sendi eg út til vinnuna til hoyringar, eitt uppskot til kunngerð um trygdarskeið. Saman við hesum var ein drúgv frágreiðing um grundarlagið fyri krøvunum, herundir hvørji altjóða krøv vóru galdandi, hvussu reglurnar eru í Íslandi, Noregi og Danmark.
Landsstýrið var somuleiðis kunnað um skrivið.
Eisini skrivaði eg blaðgrein um hetta evnið, m.a. í FF-blaðnum, í februar í ár.
Í skrivinum, sum bleiv sent út til hoyringar, varð m.a. víst á, at kravið um, at ein og hvør, sum mynstrar fyrstu ferð skal hava lokið trygdarskeið, er eitt komandi altjóða krav sambært STCW-F sáttmálanum. Hesin kemur í gildi altjóða 1. oktober 1998. Vit hava valt at fylgja hesum nú.
Vinnan tók annars fult undir við hesum krøvum. Men vit fingu ongar viðmerkingar frá Fiskimannafelagnum.
Spurningurin hvør skal gjalda skeiðini, bleiv eisini umrøddur í fyrr nevnda skrivi. Eg metti tá, at tað fór at vera trupult at fáa allar sjómenn á eitt slíkt 5-daga skeið, um teir skuldu gjalda alt sjálvir. Uppskot mítt var, at sjómannafeløgini og tryggingarnar vóru við til at fíggja hetta.
Ætlanin var, at kunngerðin skuldi koma í gildi 1. juli 1996. Hetta bleiv útskotið til 1. oktober í ár, av tí at ongir pengar vóru settir av til íløgur fyri 1996.
Vit mugu tó ásanna, at landsstýrið ikki enn hevur tikið støðu til, hvussu teir játtaðu pengarnir skulu nýtast og hvussu raksturin skal fíggjast. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998 er ikki roknað við, at landskassin skal gjalda fyri skeiðini.
Sjómansskúlin í Klaksvík klárar tørvin beint nú. Men uttan mun til hvar skeiðini skulu fyriskipast í framtíðini, skulu íløgur gerast fyri at kunna nøkta tørvin í framtíðini.
Peningur til íløgur er settur av í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1998.
Óli vísir á, at kunngerðin er ikki greið og spyr m.a. hvørjar reglur eru galdandi fyri teir, sum ætla til sjós aftur.
Her kunnu vit svara, at skulu teir til sjós aftur innan 1. oktober 1998, skulu teir taka skeiðið innan hetta dato, t.v.s. at teir koma undir somu reglur, sum teir, ið hava siglt minni enn 1 ár í tíðarskeiðinum 1. oktober 1995 til 1. oktober 1997. Fyri aðrar »gamlar« sjómenn er tíðarfreistin 1. apríl ár 2000.
Fiskimannafelagið metur málið vera alt ov illa fyrireikað. Teir mæla til, at støðga við reglunum í kunngerðini.
Til hetta er at siga, at øll mál, sum Sjóvinnufyrisitingin setur í verk, verða væl fyrireikaði bæði við at senda skrivligar frágreiðingar út til avvarðandi stovnar og feløg og við fundarvirksemi.
Tann fíggjarligi spurningurin viðvíkjandi rakstur, sum Óli nevnir, kunnu vit á Sjóvinnufyrisitingini ikki avgera. Hetta er ein avgerð sum liggur í landsstýrinum og løgtinginum.
Hóast landsstýrið ikki enn hevur tikið endaliga støðu til hvussu skeiðini skulu fyriskipast í framtíðini, meti eg, at vit ikki longur kunnu bíða við hesum. Ein loysn má finnast innan stutta tíð, fyri at tørvurin kann verða nøktaður í framtíðini.
Undir fyrireikingunum til kunngerðina kom einki mótmæli til at seta hetta í verk.
Tórshavn 10. okt. 1997
Sjóvinnufyrisitingin
Eyðun Berth Jacobsen