Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2025.
Skipanin er tann sama sum í fjør.
Teir 265 dagarnir verða býttir millum bólkarnar eftir sama leisti sum í fjør:
Bólkur 3, línuskip, fær 40 dagar.
Bólkur 4, útróðrarbátar 15-110 tons, fær 135 dagar.
Bólkur 5, útróðrarbátar undir 15 tons, fær 90 dagar.
Í bólki 5 eru tað - eins og í fjør - teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Treyt fyri at fáa loyvi er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira í minsta lagi eitt av árunum 2022-2024.
Bátar í bólki 5, ið ætla sær á Føroyabanka í 2025, skulu, innan 22. mai 2025, kl. 12.00, søkja Vørn um fiskiloyvi.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið er farið undir at endurskoða skipanina á Føroyabanka við tí í hyggju, at frá komandi fiskiári verður skipanin í eini meiri fastari legu.
Kunngerðin um veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2025 kann lesast her.