Susanne og Leif Madsen hava arbeitt ímillum gøtubørn í Nakuru í Kenya í 15 ár. Í vikuni vitja tey, saman við afrikanska prestinum David Ford í Føroyum. Tey byrjaðu við at deila mat út til tey svongu gøtubørnini, og í dag leiða tey eitt eitt stórt hjálpararbeiði á staðnum. Seinastu fimm árini hava fleiri føroyingar arbeitt á staðnum í styttri og longri tíð.
Verkætlanin umfatar ídag:
• Barnaheim fyri 100 børnum
• Skúli við 550 næmingum
• 70 næmingar á hægri skúlum
• Seymiskúli við 35 næmingum
• Kreppumiðstøð fyri einligar kvinnur og mammur við børnum
• Dagsentur fyri kvinnur sum búgva við ruskdungan
Eisini fyriskipa tey ymisk hjálpartiltøk á staðnum, har neyðin er stórst.
Mikukvøldið 13. Januar klokkan 20 verður høvi at hoyra tey greiða frá hesum arbeiði í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tey fortelja um lívið ímillum gøtubørnini
Um lívssøgur hjá børnum á barnaheiminum
Myndir og filmur verður vístur
Høvið verður at seta teimum spurningar
Møguleiki verður at tekna seg sum faddur, ella við stuðla sjálvum arbeiðinum. Eisini verður møguleiki at keypa málningar og aðrir smálutir úr Kenya, kaffi verður eisini á skránni. Møguleiki er bert at stuðla við reiðum peningi hetta kvøldið.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Miðlahúsið 13. januar kl.20
Lesast kann meir um arbeiði á:
www. newlife-africa.org