Ynskja tit at styrkja starvsfólk tykkara við førleikum og amboðum, sum kunnu gera mun?
- Vit bjóða tykkum til eina spennandi skeiðsrøð í neuroaffektivari námsfrøði. Skeiðsrøðin gevu djypri innlit og praktisk amboð til øll, sum arbeiða við menniskjum, serliga innan sosiala økið.
Soleiðis siga Joan Oskarsdóttir og Sigrið Højsted, báðar psykoterapeutar MPF, sum útbúgvingin kallast.
- Skeiðsrøðin fevnir um 18 undirvísingadagar yvir hálvtannað ár, har tit fáa førleikar at skilja og møta menniskjum á ein hátt, sum kann broyta bæði samskifti, samstarv og trivnað.
Psykoterapeutarnir greiða eisini frá, hví tað er eitt gott hugskot, at starvsfólk, sum ynskja at styrkja sín førleika, eiga at velja skeiðsrøðina –
* Tú fært nýggjastu vitanina innan neuroaffektiva námsfrøði
* Tú lærir amboð, sum kunnu brúkast beinanvegin í arbeiðnum
* Tú styrkir samspælið og trivnaðin á arbeiðsplássinum
Joan Oskarsdóttir og Sigrið Højsted vísa á, at fyrstu skeiðsdagarnir verða 6. og 7. mai í 2025, og seinasti skeiðsdagurin verður 2. november í 2026.
Ókeypis kunningarfundur
Í samband við skeiðsrøðina, bjóða tær áhugaðum til ein ókeypis kunningarfund, og fundurin verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni hóskvøldið hin 27. mars frá klokkan 19.30-21.
Hetta er hóskvøldið komandi.
Á kunningarfundinum fer Mary á Argjaboða, psykoterapeutur MPF og serkøn innan neuroaffektiva námsfrøði, at greiða frá skeiðsrøðini og at svara spurningum.
Luttøkan er avmarkað, so fólk eru vælkomin at melda til kunningarfundin ella skeiðið beinanvegin.
- Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum, og vit gleða okkum at síggja tykkum, siga Joan Oskarsdóttir og Sigrið Højsted.
Tær eru at hitta á hesum numrum: Joan (214048) og Sigrið (261703), og til ber eisini at senda teldupost til terapistovan(at)terapistovan.fo
Terapistovan er nýggj fyritøka við tí fyri eygað at veita fólki íblástur og stuðul til persónliga menning.
- Vit skipa fyri fyrilestrum, skeiðum umframt at veita psykoterapi og ráðgeving. Vit hava drúgvar royndir sum leiðari, námsfrøðingur og fólkaskúlalærari og eru harumframt útbúnar sum neuroaffektivir psykoterapeutar MPF, siga Joan Oskarsdóttir og Sigrið Højsted.
##med2##