Áttatiárini verða mangan drigin fram sum eitt dømi um eina tíð, har alt fór yvir gevind. Nú er veruleikin sjáldan so svart hvítur sum tað, men greitt er, at nøkur mistøk vóru gjørd, ella rættari sagt, mistøkini lógu mangan í tí, ið ikki varð gjørt.
Inntøkufallið fyrst í 90?unum kom fyrst og fremst frá ringum árum í fiskivinnuni, okkara høvuðsvinnu og legði hettar inntøkufall stein omaná byrðu hjá føroyska búskapinum, ið var tyngdur undir nógvari skuld.
Í dag hava vit eitt vinnulív og ikki minst eina fiskivinnu, sum skyldar lítið í mun til 80?ini. Harafturat hava føroysk reiðarí fingið ein óbeinleiðis rakstrarstuðul í form av skattalætta til sjómenn. Lítil ivi er í, at aftaná nøkur ár, so er líka vítt sum sítt hjá fiskimanninum, tí hýrurnar, ið reiðarin skal gjalda verða eftir einum áramáli lægri enn, um eingin skattalætti var, og bert landskassin situr við sviðiðsoð, meðan reiðaríini hava fingið ein bíligari rakstur.
Hvørji eru so framtíðarútlitini fyri fiskivinnuna? Hvussu kunnu vit verða viss í, at eitt stórt inntøkufall ikki er fyri framman í hesi vinnu?
Føroyskir fiskifrøðingar hava mælt ilt at lækka fiskidagatalið munandi. Formaðurin í Skipanarnevndini fór frá, tí eisini hann mælti til einn minni niðurskurð. Hvat ger Landstýrið? Jú teir koma dragsandi við einum íslendskum fiskifrøðingi, ið fyri at siga tað pent, ikki hevur tær heilt stóru fortreytirnar fyri at vurdera støðuna í Føroyum ella kanska enntá í søltum sjógvi yvirhøvur, men hann sigur tað, Jørgen Niclassen og føroysku reiðarnir vilja hoyra, nevniliga, at eingin grund er til at skerja fiskidagatalið. Fólkaflokkurin er ikki kendur fyri at ganga ímóti stuttíðaráhugamálum hjá reiðarum, og Jørgen Niclassen er eftir øllum at døma einki undantak.
Politiska avgerðin er sostatt, at vit bert skulu lata standa til, meðan sakkunnleikin slær alarm. Ein lítil glotti er fyri framman, tí politiskar røddir hava verið frammi á tingi, ið boða frá, at varisliga fer at verða farið fram í komandi árum, hóast avgerðin er fallin fyri 2002. Vónandi kemur fiskivinnan ikki aftur í somu støðu sum standurin var fyri 10 árum síðani. Løtuviningur uppá bekostning av felags besta er vónandi ein saga blot í føroyskari vinnu og politikki ? livst so spyrst.