Kunnu aftur keypa vápn í handlinum

Nú kunnu amerikanararnir aftur fara í handilin at keypa sær vápn

Amerikanarar, sum kunnu vísa handilsmanninum, at teir hava ikki gjørt nakað revsivert, kunnu nú aftur keypa sær eina AK-47, ein Uzi ella okkurt annað vápn.
Forboðið ímóti vápnasølu fór úr gildi á midnátt fyrrakvøldið. Demokratarnir og teir amerikonsku løgregluovastarnir hava roynt at fáa forboðið longt, men Kongressin, har republikanararnir hava meiriluta, vildi ikki taka stig til tess.
Forboðið ímóti vápnasølu kom í gildi í 1994 aftan á nakrar sera álvarssamar tilburðir í Kalifornia, har fleiri fólk vórðu skotin.
Tey, sum taka undir við at loyva vápnasøluni, vísa á, at forboðið hevur ikki havt stórvegis ávirkan, og tað er eisini partvíst rætt, skrivar AP. Tey seinastu tíggju árini hevur tað víst seg, at vápnaverksmiðjurnar hava broytt fleiri vápn, soleiðis at tey sluppu uttan um forboðið, og harafturat vóru eisini fleiri hol í forboðslógini.
Men amerikanska løgreglan er ímóti, at forboðið nú er sett úr gildi, og hon vil hava George W. Bush, forseta at leingja lógina. Sjálvur hevur forsetin sagt, at hann er til reiðar at skriva undir eitt longri forboð, um Kongressin biður hann gera tað. Men tann republikanski meirilutin í Kongressini vil ikki senda forsetanum eina slíka áheitan.