Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður Planet Awards 2011, har tey bestu í føroyskum tónleiki verða heiðrað. Tað ber til at atkvøða fyri teimum tilnevndu fram til á midnátt í kvøld.
Ein dómsnevnd hevur gjørt tilnevningarnar til tær ymsu heiðurslønirnar, sum verða lætnar til Planet Awards, ið heiðrar føroyskan tónleik.
Seinastu tíðina hava fólk kunna atkvøtt við sms-boðum og harvið ávirka úrslitið. Hetta ber framvegis til, tí atkvøðugreiðslan heldur fram til á midnátt í kvøld. Atkvøðurnar við sms-boðum verða taldar saman við atkvøðunum hjá dómsnevndini fyri at finna vinnaran av hvørjari heiðursløn.
Planet Awards verður hildið í Garðinum í Havn mikukvøldið klokkan 21 og tá verða heiðurslønirnar handaðar. Atgongumerki til tiltakið fáast bert í forsølu, og tað er hjá Tutl í Havn.
Niðan fyri er yvirlit yvir tey tilnevndu, og hvussu tú atkvøðir fyri teimum. Tú kanst atkvøða við at senda sms-boð til 1940 og skriva tekstin aftan fyri tað, tú vilt atkvøða fyri. Til dømis kanst tú skriva "pla 10" og senda tað til 1940. Hvørt sms-boð kostar 10 kr. umframt vanligan kostnað.
Myndin er av Páll Finnur Páll, ið eru í uppskoti til tvær heiðurslønir.
Ársins Bólkur:
Orka pla 10
Páll Finnur Páll pla 11
Swangah Dangah pla 12
GipsyTrain pla 13
Týr pla 14
Ársins nýggi bólkur ella einstaklingur:
Swangah Dangah pla 20
Gipsy Train pla 21
Benjamin pla 22
Glóð pla 23
Guðrun og Bartal pla 24
Ársins Songkvinna:
Lena Andersen pla 30
Guðrið Hansdóttir pla 31
Eivør Pálsdóttir pla 32
Lisa í Dali pla 33
Anna Maria Olsen pla 34
Ársins Sangur:
Ævintýraferðin Snedigt pla 40
Benjamin Warmth of the Sun pla 41
Páll Finnur Páll Eg drepi meg sjálvan pla 42
Glóð Spilt tíð pla 43
Jákup Eli Joensen Vanja pla 44
Ársins Einstaklingur:
Lena Andersen pla 50
Guðrið Hansdóttir pla 51
Høgni Reistrup pla 52
Benjamin oka 53
Budam pla 54
Ársins Sangari:
Høgni Reistrup pla 60
Búi Dam pla 61
Hans Edward Andreasen pla 62
Líggjas Olsen pla 63
Benjamin Petersen pla 64
Ársins Útgáva
Guðrið Hansdóttir Beyond the Grey pla 70
Lena Andersen Letters from the Faroes pla 71
Swangah Dangah Belials synir pla 72
Benjamin Ghost With Skin pla 73
Budam Man pla 74