Bakteriur
Í seinastuni hava vit frætt, at ikki so fá fólk liggja við spýggisjúku og summi við leysum lívi.
Faroe Seafood í Havn hevur á síni kanningarstovu staðfest, at vatnið úr Villingardali og Havnadali er fongt við e-coli bakteriu og enterokokkum.
Hetta hevur gjørt, at felagið noyðist at brúka meira klor í síni framleiðslu.
Tá ið vatnið, sum Faroe Seafood hevur fingið úr Villingardali og Havnadali, er fongt við hesum bakterium, sum í báðum førum stava frá skarni, er ikki óhugsandi, at spýggjusjúka og leyst lív í ein ávísan mun kunnu stava frá slíkum bakterium.
Leila Jacobsen á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni váttar, at hesar bakteriur kunnu elva til spýggisjúku og leyst lív.
- Um staðfestast skal, at hetta veruliga er orsøkin til sjúkuna, er neyðugt, at tú fyrst hevur sýnið hjá sjúklinginum.
Hon vísir á, at e.coli bakterian eisini verður rópt ein ábendingarbakteria og ein av bakteriunum, sum vit kunnu síggja í kjalarvørrinum, er salmonella.
- Men salmonella bakteria nýtist ikki at vera í vatninum, hóast e.coli bakteria er staðfest, leggur Laila Jacobsen á matvørudeiildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni aftrat.