Kunnu hava súkklukontaktir í styttri tunlum

Men so mugu pengar fylgja við. Tað kostar um til eina fjórðings millión krónur

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í svari til ein gren 52a fyrispurning frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, sum spurdi soleiðis:

 

1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær um at seta sonevndar súkklukontaktir upp við tunnilsmunnarnar í tunlunum norður um Fjall?

 

Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at umstøðurnar at súkkla í tunlunum í Føroyum eru ikki serliga góðar, og tað avmarkar eisini talið á fólki, sum súkkla ígjøgnum tunlarnar.

 

– Tað er umráðandi, at umstøðurnar gerast betri, og at atlit samstundis verða tikin til trygdina.

 

##med2##

 

– Sum liður í dagføringini av Samferðsluætlanini, hevur Landsverk útgivið nøkur temabløð, sum viðgera ymisk viðkomandi evni innan framtíðar samferðslu. Higartil eru trý temabløð útgivin:

 

“Ábær ferðsla”, “Ferðafólkaferðsla” og “Kostnaðarmeting”.

 

Í temablaðnum “Ábær ferðsla”, sum vanliga hevur verið nevnd “bleyt ferðsla”, verður lýst, hvussu umstøðurnar hjá t.d. fólki á súkklu og til gongu kunnu gerast betri. Eisini verður viðgjørt, hvussu umstøðurnar í tunlum kunnu gerast betri hjá ábæru ferðsluni. Mælt verður til at brúka súkklukontaktir fyri at betra um trygdina hjá súkklandi í tunlinum. Við tunnilsmunnan trýstir tann súkklandi á ein knøtt, sum tendrar eina ávaringarlampu uttan fyri tunnilin báðu megin, so at bilførarin gert varugur við, at súkklandi eru inni í tunlinum og harvið má vísa varsemi.

 

Henda loysnin verður nógv brúkt í Noregi í styttri tunlum við avmarkaðari ferðslu.

 

Í temablaðnum “Ábær ferðsla” verður somuleiðis viðmælt at gera eina royndarverkætlan við súkklukontaktum í onkrum tunli í Føroyum. Ein tílík royndarverkætlan kundi eitt nú verið gjørd fyri tunlarnar Norður um Fjall, tí talan her er um styttri tunlar við lítlari ferðslu.

 

Ein slík skipan við uppsetan er mett at kosta 150-250 tús. kr. fyri hvønn tunnil, um talan verður um eina einfalda skipan. Harumframt krevst rakstur og viðlíkahald av skipanini.

 

Rakstrarjáttanin eigur tí at hækka, um slíkar tekniskar útbyggingar skulu fremjast.