– Hvussu nógv hummaraloyvi eru útskrivað seinastu 5 árini, til hvørji øki og hvussu nógv er fiskað árliga í hvørjum øki? Og kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjir hava fingið hummaraloyvi útskrivað í ár, og hvussu nógvir av hesum hava hummarafiskiskap sum høvuðsvinnu?
Hetta er spurningar, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, skal svara Kára P. Højgaard á tingfundi í dag.
Kári P. Højgaard vil eisini hava at vita, um nøkur áseting er um minstamark fyri, hvussu leingi rúsurnar kunnu standa uttan at verða drignar t. d. 2 dagar, eina viku, ein mánað ella longur?
– Kann tað bera til at fáa deyðan hummara í rúsu, uttan at hesin av einhvørjari orsøk er deyður í rúsuni? Og er landsstýrismaðurin vitandi um, at alifeløg mugu rinda stórar upphæddir til hummarafiskarar, afturfyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi?
Eisini spyr Kári P. Højgaard, um landsstýrismaðurin kann upplýsa, um tað er lógligt hjá felag ella persóni uttan at skjalprógva inntøkumiss at leggja trýst á alifyritøkur, fyri at fáa pening útgoldnan afturfyri eitt lyfti um arbeiðsfrið?
Í viðmerkingum til fyrispurningin, sigur Kári P. Højgaard, at nú øll fiskiloyvi verða inndrigin 1. januar í 2018, er tað ikki galdandi fyri tann partin av fólksins ogn, sum er hummarafiskiskapur.
– Hummarafiskiskapur hevur í mong ár verið ein ískoytisvinna, og teir fæstu hava livað av hesum fiskiskapi. Nú eru fleiri loyvi løgd saman, og tí er talið á bátum, ið hava fingið tillutað hummaraloyvi, minkað munandi, sigur hann.
Og hann vísir víðari á, at fjølmiðlar hava i longri tíð varpað ljós á ein tvídrátt, sum hevur verið millum alivinnu og hummarafiskimenn.
– Stórtíðindi hava verið um deyðan hummara í rúsunum á Árnafirði, og at hetta var orsakað av aling og dálking. Av egnum royndum gjøgnum mong ár veit eg, at tað er ein avbjóðing at lokka livandi hummara inn í rúsurnar, men ógjørligt at fáa deyðan hummara gjøgnum trongan. Um rúsurnar verða drignar 3 ferðir um vikuna, skuldi trupulleikin við deyðum hummara ikki verið ein hóttan, sigur løgtingsmaðurin. Og hann heldur fram:
– Talan er um ein sera prinsipiellan spurning. Kringvarpið hevur almannakunnngjørt skriv frá hummarafelagnum til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ið kennist ikki sørt ófrættakent. Um ein avtala um gjald ikki fæst við hummaraloyvishavara á Árnafirði, verður tilmælt at steðga allari aling á fjørðinum í eina fjórðingsøld.
– Vinnukærunevndin er vorðin partur av hesum leiki og krevur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan enn einaferð skal endurskoða aliloyvið hjá fyritøkuni á Árnafirði. Kringvarpið hevur eisini borið tíðindi um, at Marine Harvest í Sundalagnum Norður rindar eitt gjald til hummarafiskarar, afturfyri at fáa arbeiðsfrið til sítt virksemi.
– Í Føroyum er alivinnan blivin ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum og vælferðini. Vanlig lógarsiðvenja hevur verið, at skal endurgjald rindast, skal tann, sum hevur verið fyri missi, skjalprógva sítt tap. Í hesum føri verður ikki tosað um hummaraprísir, men %- virðið í einum aliringi, fyri at alarin skal fáa arbeiðsfrið.