Har stendur, at landsfundur skal lýsast í Dimmalætting mist 14 dagar frammanundan – og soleiðis hava skiftandi leiðslur í Sambandsflokkinum gjørt síðan 1906 – men nú er eingin Dimmalætting longur.
Sum formaðurin í Norðoya Sambandsfelag skrivaði í Norðlýsinum um vikuskifti, so var tað um aldaskifti seinast, at gamla reglugerðin annars varð broytt soleiðis, at blaðstjórin í Dimmalætting ikki longur hevði sæti í ovastu leiðslu flokksins, men aðalfundurin valdi tó at varðveita niðanfyri §8, sum er um fundarlýsing og tíðarfreist fyri skipan av nevndum:
»Landsfundir og aðalfundir í veljarafeløgum í teimum einstøku valdømunum skulu lýsast í Dimmalætting minst 14 dagar frammanundan. Nevndirnar skipa seg í seinasta lagi tríggjar vikur aftan á nevndu fundir og aðalfundir«.
Nú er Dimmalætting í skiftirættinum, og tað er neyvan sannlíkt, at skiftirætturin fer at geva blaðið út fyri at lýsa aðalfundin hjá Sambandsflokkinum, skrivar Norðlýsið.
So er spurningurin, hvussu Sambandsflokkurin fær kallað til landsfund at broyta reglugerðina, so flokkurin aftur lógliga kann kalla saman til landsfund...?