Kunnu ikki hyggja í eyguni á hvørjum øðrum eftir hetta

- Fleiri nevndarlimir og aðrir limir í Suðuroyar,Sambandsfelag venda nú flokkinum bakið og á eykaaðalfundi í felagnum í næstum verður rætt og slætt mælt til at avtaka felagið

Sambandsflokkurin
 

Tað hevur fingið álvarsligar avleiðingar fyri sambandsflokkin, at Johan Dahl ikki varð valdur til formann floksins á landsfundinum fríggjakvøldið.
Og tað verður kanska verri enn.
Í øllum førum er greitt, at formaðurin í Suðuroyar Sambandsfelag vnedur flokkinum bakið og at hann eisini tekur fleiri aðrar nevndarlimir við sær.
Somuleiðis er greitt, at tað er fleiri aðrir vanligir limir í sambandsflokkinum í Suðuroy, sum venda flokkinum bakið og onki vilja hava við hann at gera longur.
 
Komu ósamd suðuraftur
Jan Jaldansen, formaður í Suðuroyar Sambandsfelag, sigur, at hann fer fyrsta dagin at kalla inn til eykaaðalfund í Suðuroyar Sambandsfelag.
- Á eykaaðalfundinum fari í hvussu so er eg og minst fimm aðrir nevndarlimir at melda okkum úr flokkinum.
- Samstundis fara vit at mæla til, at felagið verður avtikið.
Hann sigur, at sostatt kunnu tey, sum hava hug at føra sambandsflokkin í Suðuroy víðari, stovna eitt nýtt felag.
Formaðurin í Suðuroyar sambandsfelag sigur, at hann hevur ikki tosað við allar nevndarlimirnar í felagnum, so hann veit ikki um enn fleiri fara at melda seg út.
Hann vísur á, at nevndin í Suðuroyar Sambandsfelag er nývald.
- Allir suðuroyingarnir, sum skuldu umboða Suðuroynna á landsfundinum fríggjakvøldið, fóru øll norður til Havnar sum ein maður, tí vit vóru øll samd um at vit skuldu velja Johan Dahl til formann í flokkinum.
- Men vit komu suðuraftur ósamd, tí tá ið avtornaði, vísti tað seg, at umboðini av Tvøroyri, Jaspur Vang og Marjun Olsen, lupu frá og stuðlaðu ikki Johan Dahl.
Hann vísir á, at Marjun Olsen umboðaði starvsnevndina og atkvøddi saman við teimum. Jaspur Vang  umboðaði Suðuroyar Sambandsfelag og hann bar seg í fyrstu atløgu undan at atkvøða, tí hann vildi ikki hava skyldina av, at Kaj Leo Johannesen fall sum formaður.
- Vit fingu kortini sannført hann um, at hann átti at atkvøða. Tað endaði við, at hann játtaði, at hann kundi gott atkvøða, men tað er greitt, at hann stuðlaði ikki Johan Dahl.
 
Samstarv ómøguligt
Jan Haldansen sigur, at tað ber ikki til at sita saman og hyggja í eyguni á hvørjum øðrum eftir slíka framferð.
- Tí er eitt framtíðarsamstarv ómøguligt eftir tað, sum er farið fram og sostatt hava hann og fleiri við honum gjørt av at fara úr flokkinum.
Hann sigur eisini, at eftir hetta, sær framtíðin hjá sambandsflokkinum í Suðuroy rættiliga svørt út.
- Johan Dahl var okkara stóri profilur og eg dugi heilt einfalt ikki at síggja, hvør skal koma í hansara stað. Tí dugi eg heldur ikki at síggja, at flokkinum er lív lagað í Suðuroynni, sigur Jan Haldansen.
 
Skuldi vera valdur flúgvandi
Formaðurin í Suðuroyar Sambandsfelag er annars ómetaliga vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at fáa Johan Dahl valdan til formann.
- Johan Dahl gjørdi eisini greitt frá fyrsta degi, at hann stillaði ikki upp, fekk hann ikki frammanundan trygd fyri, at hann fekk nóg stóra undirtøku til at verða valdur. 
- Vit gjørdu tískil eitt stórt arbeiði fyri at tryggja honum undirtøku og høvdu eisini vissað okkum ein stóran meiriluta fyri Johan Dahl áðrenn fundin. 
Tað endaði við, at Suðuroyar Sambandsfelag stillaði Johan Dahl upp, saman við felagnum í Norðoyggum, Eysturoynni og Norðstreymoy.
- Vit høvdu so nógvar váttanir frá valfeløgum og politikarum um at tey fóru at velja Johan Dahl, at vit ivaðust ikki í, at hann varð valdur so flúgvandi til formann.
Men tað vísti seg, at tá ið atkvøðast skuldi, vóru nógvir svíkjarar ímillum, sigur Jan Haldansen.