- Vit hava í vikuni sett upp ein 20.000 litur stóran Co2 tanga. Ein oxygen-tanki er eisini tikin niður, og vit hava fingið ein nýggjan 20.000 litur stóran oxygen-tanga.
Tað sigur stjórin í Sveisingahandlinum í Mykinesgøtu 8 í Havn, Bárður Simonsen.
in.fo var í Mykinesgøtu, tá teir vóru í holt við at seta stóra Co2-tangan upp.
Tað var ein krani hjá skipasmiðjuni Mest og ein kranabilur hjá Hans Egili Joensen á Eiði, sum lyftu Co2-tangan upp á pláss.
- Sjálvur tangin vigar eini 15 tons. Av tí, at hann er nokso langur og ringur at fáa fatur í, valdu vit at hava tveir kranabilar.
Stjórin sigur, at tað, sum er undir tanganum, er úr aluminium og er ikki so ógvuliga sterkt. Tí er neyðugt at ansa væl eftir.
- Vit skulu helst ikki fáa nakran skaða á tangan, sigur hann.
Bárður Simosen sigur, at eftirspurningurin eftir Co2 er veksandi.
- Nógv av kølievnunum, sum áður hava verið brúkt, eru vorðin ólóglig, og tí eru vit farin at brúka tað, vit rópa R744Co2 sum kølievni.
Stjórin sigur, at Sveisingahandilin nú fær nøktað eftirspurningin, sum er eftir Co2, eins og fyritøkan nú eisini verður meira fleksibul.
- Kemur eitt skip, sum hevur mist køluevnini, kunnu vit nú levera hetta evnið “over night”, og neyðugt er ikki at fáa evnið úr Danmark, sigur stjórin í Sveisingahandlinum.
Hoyr samrøðu við stjóran í Sveisingahandlinum við at trýsta á pílin undir myndini.