Vesturi á Eiðinum í Vági hevur mangur notið løtur í náttúruni, um tað so var í góðveðri, ella um náttúran vísti sína megi í ódn.
Staðið er kent, og mangur málari hevur eisini avmyndað stórfingnu náttúruna.
Á Eiðinum í Vági eru nú borð og benkur settir upp, so høgligari er at njóta kendu náttúruperluna. Vágs Kommuna hevur skipað so fyri, at ein plattur er stoyptur, og borð og benkur eru settir á, so nú ber væl til at sita og njóta løtuna.
í Vági er tvírøtt. Tað vil siga, at til ber at rógva út í tveimum støðum. Antin útfrá bygdini sjálvari, ella av Eiðinum, ið eisini varð gjørt í gomlum døgum. Eiðið er vakurt ein góðan dag, men har Vesturhavið eisini av sonnum kann vísa náttúrunnar miklu megi.