- Størsta forðingin fyri, at summi børn kunnu taka lut í frítíðarvirksemi, er sperda fíggjarstøðan hjá familjuni. Familjan hevur snøgt sagt ikki ráð. Tey hava ikki ráð til limagjaldið, ikki ráð til ítróttarklæðir, ikki ráð til luttøkugjøld av ymiskum slag og so framvegis. Og tí hava vit valt, at ein partur av peninginum frá átakinum "Meðan vit bíða", skal nýtast til júst hetta endamálið, sigur Annlis Bjarkhamar, frá felagsskapinum Í menniskjum góður tokki.
Nú ber til hjá fíggjarliga sperdum familjum, at søkja um hjálp til frítíðarítrivini hjá børnunum. Søkjast kann um hjálp til júst tað frítíðarítrivið, sum títt barn hevur hug til.
- Tað kann verða seg alt frá fótbólti til drama, dans og skótar, vísur Annlis Bjarkhamar á.
Søkjast kann um hjálp til frítíðarvirksemi á www.takk.fo
Nógv ítróttarfeløg, skótar og onnur hava gjørt vart við seg hjá Í menniskjum góðum tokki seinastu vikuna, og hava bjóðað børnum í fíggjarliga sperdum familjum ókeypis limaskap. Í menniskjum góður tokki hjálpir til við gávukortum til ítróttarklæðir og útgerð í samband frítíðarvirksemi, so børnini kunnu taka lut á jøvnum føti.
- Hetta kann vónandi verða við til at gera, at onki barn dettur burturímillum, tí tað ikki hevur ráð at taka lut, sigur Annlis Bjarkhamar frá Í menniskjum góður tokki.
Vánaliga fíggjarstøðan sæst aftur í øllum tættum í lívinum. Er ein familja fíggjarliga sperd, sæst tað væl aftur í gerandisdegnum hjá børnunum. Tey liva ofta við stórum avmarkingum og kunnu ikki taka lut á jøvnum føti við onnur, og kann hetta hava sera stóra neiliga ávirkan á trivnaðin og menningina hjá hesum børnum, sum frammanundan eru í eini truplari støðu.
Tú kanst hjálpa einum av hesum børnum við at stuðla innsavningini hjá Miðlahúsinum, við at flyta eina penignagávu á 6460 – 540.245.1
Til ber eisini at stuðla við at senda eitt sms-boð til 1940 við boðunum BARN. Tá letur tú 50 kr. til endamálið.
Alt, sum kemur inn, fer óskert til at skapa føroyskum børnum í fátækraváða ein betri gerandisdag.