Russland roynir at ræða Svøríki og Finnland frá at fara upp í NATO við at siga, at so má Russland dubba seg nær við teirra mark.
Tað heldur Anders Puck Nielsen, hernaðargranskari á Forsvarssakademiet.
Bæði Svøríki og Finnland kunnu í næstum fara at søkja um limaskap í NATO, og kanningar vísa, at fólkið nú tekur undir við at verða partur av NATO. Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum hevur styrkt undirtøkuna fyri NATO limaskapi.
– Tað var væntandi, at Russland fór at koma við hóttanum. Russland hevur áður sagt okkurt líknandi og roynir at ræða Svøríki og Finnland frá at NATO limaskapi, sigur Anders Puck Nielsen við Ritzau.
Sambært russisku tíðindastovuni Tass segði fyrrverandi forsetin og forsætisráðharrin Dmitrij Medvedev, at Russland fór at kenna seg noytt til at styrkja seg hernaðarliga, um svenskarar og finnlendingar fór uppí NATO.
Og sambært granskaranum skulu Svøríki og Finnland rokna við líknandi útsagnum frameftir.
– Fyrst vera tað politiskar hóttanir, og seinni kann tað gerast til provokatiónir við flogførum ella skipum, sum fara um markið, ella við telduálopum, sigur Anders Puck Nielsen.