Kunnu veiða fíl

Tey seinastu trettan árini hevur tað verið bannað at veiða fíl í Suðurafrika, men nú umhugsa myndugleikarnir har at loyva veiðimonnum at veiða nakrar fílar. Í 1995 vóru 8.000 fílar í Suðurafrika, men í dag eru teir umleið 20.000 í tali. Hertta hevur havt við sær, at fílurin er vorðin næskur, og tað hendir meiri enn so, at teir gera seg inn á fólk. Tí halda myndugleikarnir tað vera rætt at veiða eitt sindur burtur av stovninum, skrivar Reuters.